Manchester United hevur havt eitt søguliga vánaligt kappingarár. Liðið endaði á einum áttandaplássi í Premier League, við einum negativum málmuni. Í Champions League endaði man aftast í sínum bólki, har man millum annað varð eyðmýktur av FCK í Parkini.
Enska stórfelagið, sum hevur verið í einum tungum aldudali seinastu 11 árini, kann tó fáa eitt lítið plástur á sárið í morgin, tá man hevur møguleikan at vinna ensku steypakappingina, FA Cup.
Talan verður tó um eina ógvuliga trupla uppgávu, tí mótstøðuliðið er Manchester City, sum farna sunnudag vann fjórða meistarheitið á rað, og sum verður mett at vera stórfavorittur til at vinna finaluna í morgin.
Hollendski venjarin í Manchester United, Erik Ten Hag, er undir stórum trýsti, og nú skrivar enski miðilin The Guardian, at leiðslan í Manchester United hevur tikið avgerð um, at siga Ten Hag úr starvi eftir finaluna í morgin - óansæð hvat úrslitið av dystinum verður.
Tað er eftir øllum at døma nýggi eigarin í Manchester United, Sir Jim Ratcliffe, sum ynskir ein annan venjara. The Guardian skrivar eisini, Ratcliffe, og nýggja ítróttarliga leiðslan í felagnum, vilja hava týska venjaran Thomas Tuchel at taka yvir.
50-ára gamli Tuchel hevur verið venjari hjá Bayern München í hesum kappingarárinum, men partarnir gjørdist samdir um at ikki halda fram. Hann hevur áður verið venjari hjá Mainz, Dortmund, PSG og Chelsea.