Síðani tað gjørdist greitt, at Katar skuldi vera vertstjóð fyri HM-endaspælinum í 2022, hava nógvir felagsskapir funnist at viðurskiftunum hjá teimum mongu gestaarbeiðarunum í landinum, og í gjár kunngjørdi The Guardian tøl, ið neyvan talar søkina hjá Katar.
Bretska blaðið kemur fram til, at yvir 6.500 gestaarbeiðarar úr India, Pakistan, Nepal, Bangladesj og Sri Lanka hava mist lívið í Katar, síðani landið fekk tillutað HM-endaspælið og fór í gongd við at byggja nýggjar leikvøllir fyri 10 árum.
Almenn hagtøl frá India, Bangladesj, Nepal og Sri Lanka kunnu vísa á, at tað hava verið 5.927 andlát í samband við fólk, ið hava arbeitt sum gestaarbeiðarar í Katar. Tøl frá sendistovuni hjá Pakistan í Katar vísa, at 824 pakistanarar hava mist lívið í Katar í tíðarskeiðnum frá 2010 til 2020.
Tað gevur eitt samlað tal á 6.751 andlát, hóast talið kann vera hægri, tá lond sum Kenja og Filipsoyggjarnar ikki hava nøkur hagtøl hesum viðvíkjandi, skrivar The Guardian.
Tá Katar í 2010 fekk tillutað at verða vertur fyri HM-endaspælinum í 2022, fór Katar undir at byggja sjey spildurnýggjar leikvøllir til endaspælið, umframt ein nýggjan flogvøll, betri infrakervið og fleiri gistingarhús
Felagsskapir harta FIFA
Mannarættindafelagsskapir sum Amnesty International og Human Rights Watch hava leingi harta FIFA fyri at hava tillutað Katar at hýsa heimsmeistaraheitið í fótbólti, men fótbóltssamgongan heldur ikki, at deyðstølini, sum The Guardian hevur funnið fram til, ikki eru tvørliga høg.
- Við teimum strongu heilsu- og trygdartiltøkum á staðnum, so hevur vanlukkutíttføri á FIFA-byggiplássum verið lágt samanborið við aðrar byggiverkætlanir kring heimin, sigur FIFA, sambært The Guardian.
Her heima hevði landsstýrið latið tað verið upp til FSF at tikið støðu til eitt boykott av HM-endaspælinum, skuldi tað hent seg, at Føroyar spældi seg víðari til endaspælið.
Landsstýrismaðurin við mentamálum, Jenis av Rana, segði við Dimmalætting tann 14. januar, at viðurskiftini høvdu verið kannaði, um so var, at Føroyar vann seg í endaspælið.
- Um tað hendi, so høvdu vit sett okkum í samband við myndugleikarnar í Katar, og fingið greiðu á hesum málinum. Men í høvuðsheitum høvdu vit ikki blandað okkum í avgerðina. Tað hevði verið upp til FSF at avgjørt, sigur hann.
Les meira: - Vit høvdu ikki blandað okkum í avgerðini