Sum vit áður hava skrivað verður uppskot skjótt lagt fyri Løgtingið um, at geva kommunum heimild at krevja tænastugjøld av tómum húsum. Tað verður Landsstýrið sum skal áseta gjaldið á hvørjum ári.
Tað tekur Tvøroyrar býráð einmælt undir við. Men tey halda, at tað skal ikki vera Landsstýrið sum skal gera av, hvussu høgt gjaldið kann verða, tí tað skulu kommunurnr sjálvar taka støðu til.
Tey siga, at støðan á eldraøkinum ræðir, tí har hevur Landsstýrið ásett gjøldini, fólk skulu rinda fyri at búgva á eldrabýlum av ymsum slagi.
Og tey vísa á, at hóast prísirnir alsamt hækkaðu, vildi landsstýrið ikki hækka gjøldini í fleiri ár. Og tað er ikki fyrrenn nú, at kommunurnar sjálvar sleppa at áseta gjøldini.
Landsstýrið ætlar eisini, at brúka kommunurnar heimildina at leggja tænastugjald á tóm hús, skulu tey leggja gjøld á øll hús.
Men tað taka tey ikki undir við í Tvøroyrar Býráð. Tey vísa á, at tað kunnu vera umstøður sum tala fyri, at onkur hús sleppa undan. Tað kann vera hús, sum eru so vánalig, at tað ikki er búgvandi í teimum.
Nettupp hetta var størsta kjakevni í býráðnum, tí summir býráðslimir halda, at tað ber ikki til at gera mismun á fólki og at tað fer at føra til óskil og trupulleikar, at lata summi sleppa undan at gjalda ímeðan onnur skulu gjalda.
Og tey halda, at eru tað hús, sum eru so vánalig, at tey kanska eru til vanda fyri at fúka í stormi, kann tað eggja eigaranum at taka tey niður fyri at sleppa undan avgjaldinum.
Men tá ið avtornaði var meiriluti í Tvøroyrar býráð broyta tað, sum stendur í uppskotinum frá landsstýrinum um at kommunan skal leggja avgjald á øll hús til at hon kann leggja avgjald á.
Hevði skipanin verið í gildi næsta ár, hevði hámarkið hjá landsstýrinum verið 673 krónur í avgjaldi um mánaðin fyri hvørt tómt hús, ella 8.076 krónur fyri árið.