Tey vænta sær nógv av nýggja samstarvinum

Nýggjur maður í Svimjisambandinum skal vera við til at menna svimjing í Føroyum

Rókur í Jákupsstovu, formaður í Svimjisambandinum, vinstrumegin, bjóðar nýggja aðalskrivaranum, Sólva Reinert Hansen, vælkomnum
Áki Bertholdsen
5. september 2024 kl. 10:40

Svimjisamband Føroya hevur nú sett Sølva Reinert Hansen í starv sum aðalskrivari. Rókur í Jákupsstovu, formaður í Svimjisambandinum, sigur, at uppgávan er at hjálpa til at fyriskipa og menna føroyska svimjing og ymiskt virksemi sum hongur uppi í tí, eitt nú lívbjarging.

Sølvi hevur drúgvar royndir í føroyskum ítrótti, serliga í nevndararbeiði í Føroyum og uttanlands, har hann hevur verið ráðgevari, aðalskrivari og forseti í Ítróttarsambandinum og nevndarlimur í altjóða oyggjaleikanevndini IIGA.

Hesi seinastu 13 árini hevur hann verið mentanarleiðari hjá Runavíkar kommunu, har hevur arbeitt við at býta ítróttarstuðulin hjá kommununi og frítíðarkortið, sum børn og ung í kommununi fáa fyri at melda seg inn í ymsar frítíðarfelagsskapir - ókeypis. Harumframt hevur hann havt ein virknan leiklut arbeiðnum at byggja Bylgjuni, har tey nú eisini eru í fer við at byggja svimjihøll.

Hetta seinasta hálvtannað árið hevur Svimjisambandið ongan aðalskrivara har, men ístaðin hevur nevndin tikið sær av øllum arbeiðnum.

Tað er gingið nøkulunda, men arbeiðsorkan er avmarkað, tí tey hava øll annað starv eisini

– Vit vænta okkum nógv av nýggja samstarvinum, har Sølvi óivað kann læra okkum ymiskt um, hvussu Svimjisambandið kann betrast og mennast, sigur Rókur í Jákupsstovu, formaður í Svimjisambandinum, í tíðindaskrivi.

Hann sigur, at møguleikarnir eru nógvir, serliga nú svimjihøll verður bygd í Runavík og langhylur verður bygdur í Havn.

Beint fyri framman er eisini ein norðurlendsk ráðstevna um svimjifrálæru, sum Svimjisambandið er vertur fyri í Norðurlandahúsinum í næsta mánað.