Tey ungu sova ov lítið og liggja ov ofta við telefonini og skíggja frammanfyri seg, tá tey annars áttu at havt sovið.
Tað er niðurstøðan í nýggjari kanning í Danmark, ið Statens Institut for Folkesundhed hevur gjørt. Í kanningini eru fleiri enn 11.000 fólk yvir 16 ár blivin spurd um teirra sovivanar.
Umleið helvtin av teimum 16 til 24-ára gomlu í kanningini siga, at tey fáa ikki nóg mikið av svøvni og kenna seg ikki úthvíld vegna ov nógva skermtíð. Serliga er tað telefonin, sum tey ungu brúka at fylgja við á sosialum miðlum, og teldilin, ið tey ungu brúka til at síggja sendirøðir ella spæla telduspøl.
Sambært Anne Illemann Christensen, sum er granskingarstjóri hjá Statens Institut for Folkesundhed og samhøvundur fyri kanningini, so er hetta ein stórur trupulleiki.
– 70 prosent av teimum ungu monnunum og 80 prosent av ungu kvinnunum siga, at tey fáa ov lítið av svøvni vegna ov nógva skermtíð. Onnur gransking sigur okkum, at ov lítil svøvnur kann hava keðiligar avleiðingar fyri heilsu og trivna.
Hon hevur eitt ítøkiligt ráð: Fáið skíggjarnar út úr sovikamarinum.
Sambært Poul Jennum, professara og svøvngranskari á Ríkissjúkrahúsinum, styðjar kanningini umframt tað, ið onnur gransking hevur víst.
Hann sigur, at ov lítil svøvnur kann hava heilsuligar avleiðingar. Fólk, ið sova ov lítið, hava minni av orku, hava torførari at miðsavna seg umframt at minnast verri og verri evni at læra.
Poul Jennum sigur, at tað tekur umleið ein til tveir tímar hjá heilanum at “niðurregulera” seg, áðrenn svøvn.
– Vit hava brúk fyri at finna eina javnvøgu, áðrenn vit fara at sova, har tað eru ávís sálarlig og sosial sekvensir, ið gera, at vit gera heilan til reiðar til at sova.
– Vit sløkkja telduna, vit royna ikki at skeldast við partnara ella onnur húsfólk. Vit gera nakrar ávísar handlingar og siga heilanum frá, at nú er tíð til at fara til songar.
Hann vísir á, at alt hetta kann verða órógvað, um ein til dømis liggur og hyggur í sína fartelefon og hevur Facebook og Instagram opið, umframt at hugt verður eftir einum ella tveimum teldupostum í samband við arbeiði.
/ritzau/