Hetta var ikki endin á stríðnum fyri fríari fosturtøku

Tey ungu í Framsókn eru serstakliga hørm um tveir av tinglimum floksins

Áki Bertholdsesn
16. mai 2024 kl. 16:45

Í ungdómsfelagnum hjá Framsókn, ið kallast Framsøkin Ung, eru tey serstakliga hørm um, at tveir tinglimir hjá flokkinum atkvøddi ímóti uppskotinum um fría fosturtøku.

– Í gjár kundu Føroyar tikið eitt avgerandi fet fyri persónliga frælsinum hjá kvinnum, men ístaðin valdi Løgtingið, at føroyskar kvinnur enn skulu ómynduggerast, siga tey í eini almennari fráboðan í dag.

– Tað harmar okkum serstakliga nógv, at tveir av trimum tinglimum hjá Framsókn atkvøddi ímóti uppskotinum um at geva føroyskum kvinnum kropsligt sjálvræði, siga Framsøkin Ung. 

– Framsókn er ein liberalur flokkur, og persónliga frælsið er ein grundsteinur undir flokkinum. Tað eigur tí at vera ein sjálvfylgja, at politisku umboð floksins virða hetta grundarlagið, leggja tey afturat. 

Og tey halda, at tinglimir eiga at virða virðisgrundarlagið hjá flokkinum.

Tey vísa á, at áður hevur Framsókn verið einasti flokkur, sum gjørdi greitt, at flokkurin var samdur um at taka undir við fríari fosturtøku.

– Men á atkvøðugreiðsluna í gjár var bert ein flokkur, har allar atkvøðurnar vóru fyri uppskotinum - og tað var ikki Framsókn, siga tey.

Her sipa tey til Tjóðveldi, har øll atkvøddu fyri. 

– Framsøkin Ung vilja, at avgerðin um fosturtøkuna skal liggja hjá kvinnuni og ikki hjá kommunulækna hennara, siga tey. 

Tey endurgeva tann eina tinglimin hjá flokkinum, Karlot Hergeirsson fyri at siga: Eg havi fult álit á føroysku kvinnuni - hon er klók ... avgerðin kann bara liggja á einum stað. 

– Vit fegnast hóast alt um, at hesin tónin enn er til staðar í tingbólkinum, siga tey í ungdómsfelagnum hjá Framsókn. 

Men tey staðfesta, at nú er týdningarmikið, at vit ikki fella í fátt, tí hetta er ikki endin á stríðnum. – Føroyskar kvinnur hava uppiborið eina virðiliga og trygga tilgongd, tá ið teimum tørvar fosturtøku. Talan var um eitt risastórt fet tá ið málið var tikið upp, og tað skal ikki vera til fánýtis, siga tey. 

Samstundis takka tey Karlot Hergeirsyni, Ruth Vang og Bjarna Kárasyni Petersen fyri at stuðla uppskotinum og harvið grundarlagið hjá flokkinum, umframt øllum, sum stuðlaðu uppskotinum so ella so.