Tey ungu í Føroyum snúsa sum ongantíð áður

– Tey, sum gera snús, leggja seg serliga eftir at lokka tey ungu at snúsa, og tað riggar

Áki Bertholdsen
4. juni 2024 kl. 09:45

Úrvalið av nikotinvørum er so stórt sum ongantíð áður, og serliga tey ungu eru farin at snúsa sum ongantíð áður.

Tað sigur Heilsustýrið, sum nú rópar varskó.

Nú á døgum er snús at fáa í alskyns litum og smakkum. Og tað ørkymlar heilsustýrið tí nikotin kann elva til varandi mein - serliga hjá børnum og ungum. 

Sigarettir og aðrar tubbaksvørur hava leingi verið høvuðskeldan til nikotin í Føroyum. 

Men hesi seinastu árini er útboðið av nikotinvørum tó broytt munandi, og nikotin fæst í dag í nikotinposum, snúsi, tyggitubbaki og e-sigarettum.

Samstundis vísir marknaðarføringin av vørunum, at framleiðararnir miðvíst leggja seg eftir at raka tey ungu við litríkum nikotinvørum, sum smakka av kola, jarðberum ella myntu. 

 – Ætlanin sær út til at rigga, tí ímillum tey ungu eru hesar nikotinvørurnar nú betur umtóktar enn sigarettir, sigur Heilsustýrið

Tey vísa á, at í fjør vísti ein kanning, at 29,2  prosent av monnunum og 17 prosent av kvinnunum ímillum 18 og 24 ár, snúsa dagliga. 

Verða allir aldursbólkar tiknir við, eru tað 10,7 prosent av monnunum og 2,4 prosent av monnunum, sum snúsa dagliga.

Kanningin gevur eisini ábendingar um, at talan er um eitt nýtt rák, tí tað eru nógv færri av teimum ungu sum siga, at tey hava aldrin hava snúsa enn tað eru av teimum eldru. 

Í aldursbólkinum 18-24 ár er tað bara triðihvør maður, og minni enn onnurhvør kvinna, sum siga, at tey ongantíð hava roynt snús. 

Verða allir aldursbólkar tiknir við, eru tað 69,9 prosent av monnunum, og 88,4 prosent av kvinnum, sum ongantíð hava snúsað.

Heilsustýrið sigur, at innflutningstølini benda eisini á, at talan er um eitt nýtt nýtslumynstur í Føroyum. 

Tað sæst, at serliga hesi seinastu árini er innflutningurin rættiliga eksploderaður

Tøl hjá Hagstovuni vísa, at síðani 2010, er innflutningurin av snúsi og skrátubbaki hækkaður sløk 2,5 tons í nøgd, og í sama tíðarskeiðið er innflutningsvirðið tíggjufaldað.

Skilt verður ímillum tvey sløg av snúsposum: Teir brúnu, sum bæði tubbak og nikotin er í, og teir hvítu, sum bara nikotin er í. 

Kanningin í fjør vísir, at serliga eru tað teir hvítu posarnir, sum eru vælumtóktir hjá teimum ungu - og teir eru eisini skaðiligir, sigur Heilsustýrið.

Tað er einki hámark fyri, hvussu nógv nikotin tað er loyvi at hava í snúsposum, eins og tað er í sigarettum og tí kann nógv meiri nikotin vera í einum nikotinposa enn í fleiri sigarettir tilsamans. 

Í Føroyum eru heldur eingi krøv um, at nøgdin av nikotini skal vera upplýst á dósini, og tað er eisini rættiliga tilvildarligt, hvussu snúsposar eru merktir.

– Gransking vísir, at tá børn og ung brúka nikotin, kann tað elva til varandi mein í heilanum, sigur Heilsustýrið. 

– Heilin er ikki liðugt mentur fyrr enn um 25-30 ára aldur, og til tá er hann serliga viðbrekin fyri ávirkan uttanífrá, eitt nú frá nikotini. 

Nikotin økir eisini um vandan fyri bundinskapi at øðrum rúsevnum. Harumframt kann nikotinnýtsla hjá børnum og ungum elva til trupulleikar við at hugsavna seg, og tað økir um vandan fyri sálarsjúku og hjartasjúku seinni í lívinum - og nikotin skaðar bæði tenn og tannkjøt, sigur Heilsustýrið.