Í næstum verður ungdómshúsið umskipað og flutt úr gamla Norðoyabanka og niðan í Atlantis, har tey ungu koma nærri skúlanum, frítíðarskúlanum og fleiri øðrum frítíðartilboðum í býnum.
Við flytingini fylgir eisini eitt leiðaraskifti, har Beinta Árnadóttir Gregersen verður sett í eitt ára verkætlanarstarv sum leiðari í Húsinum og fer at leggja virksemið har til rættis. Harumframt heldur biografurin fram í bygninginum. Tí virkseminum fer Beinta Gregersen somuleiðis at taka sær av, og verður hon sostatt leiðari fyri øllum virkseminum í bygninginum hetta fyrsta árið.
Ynski hevur leingi verið frammi millum býráðslimir um at flyta ungdómshúsið nærri miðbýnum og skúlaøkinum, og hetta hevur somuleiðis verið frammi í samband við ungdómsgranskinina, sum ungdómurin á Skúlatrøð tekur lut í annaðhvørt ár. Úrslitini av granskingini geva greiðar ábendingar um, at skipað frítíðarvirksemi við vaksnum leiðarum hevur stóran týdning fyri trivnaðin hjá børnum og ungum.
- Endamálið við Húsinum hevur frá byrjan verið at fremja trivnaðin hjá teimum ungu í kommununi, og í eina tíð hevur tos verið um at staðseta Húsið nærri Skúlatrøð og stadionøkinum, fyri at betur kunna samansjóða frítíðartilboðini til tey ungu. Tí eru vit ógvuliga spent uppá hesa verkætlanina, sum í veruleikanum hevur fleiri vinningar við sær, sigur Beinta Klakstein, forkvinna í Trivnaðarnevndini børn og ung.
Forkvinnan sipar millum annað til, at nýggja staðsetingin ger tað smidligari hjá teimum ungu at ferðast millum skúlan, Húsið og onnur frítíðartilboð, sum eisini eru staðsett í sama nærumhvørvi. Samstundis leggur flytingin upp til eitt tættari samband millum Húsið, stadionøkið og nýggja miðbýin, har nógv virksemi er.
Meira og fjølbroytt lív í Atlantis
At Húsið nú verður staðsett í Atlantis merkir eisini, at virksemi framyvir verður í bygninginum gjøgnum størri part av degnum, og at fermetrarnir verða betur gagnnýttir, tí virksemi verður í øllum trimum hæddum. Biografurin heldur fram í miðhæddini, meðan niðasta og ovasta hædd eru til virksemið hjá teimum ungu.
Harumframt ber framvegis til at hava aðrar framførslur í salinum í miðhæddini. Eitt nú kann sjónleikarafelagið brúka salin til sínar framførslur, inntil pallurin og nýggju møguleikarnir í spildurnýggja Mentanarhúsinum verður klárt at flyta inn í um fá ár.
Grunnurin Mentanarhúsið eigur Atlantis, og Signhild V. Johannesen, forkvinna, fegnast um, at meira fjølbroytt lív nú kemur í bygningin.
- Samansjóðingin av mentanarlívinum og ungdóminum í býnum er at stórfegnast um, tí umframt at kunna gagnnýta bygningin í størri mun, so fáa vit eisini ungt lív í bygningin í gerandisdegnum, og tað kann bæði styrkja um trivnaðin hjá teimum ungu og um tað tilknýtið, tey fáa til býin, sigur Signhild V. Johannesen, forkvinna í stýrinum fyri Mentanarhúsið.
Ferð er nú um at koma á verkætlanina Mentanarhúsið. LOA-grunnurin kunngjørdi herfyri, at tey stuðla verkætlanini við níggju milliónum krónum, og í næstum verður sjálv byggingin og umbyggingin boðin út. Mentanarhúsið skal eftir ætlan vera klárt til nýtslu í 2020, og umframt ta verkætlanina eru eisini aðrar uppraðfestingar á mentanarøkinum ávegis.
Umvæla og flyta í næstum
Nýggja staðsetingin og umskipanin av Húsinum er júst samtykt av nevndum og býráð, og Beinta Á. Gregersen tekur við verkætlanarstarvinum sum leiðari í Húsinum og biografinum 1. apríl. Tá verður farið undir neyðugu umvælingarnar í Atlantis, og síðan verður Húsið flutt seinni í vár.