Í dag hava so gott sum øll sligið seg til tols við, at Brexit er og verður veruleiki. Sjálvt hjá teimum, sum høvdu tær størstu vónirnar um, at Brexit seinni kundi endavendast, fána hesar vónir fyri hvønn dag sum gongur. Tað er trupult at spáa, serliga um framtíðini, og í politikki er einki avgjørt, fyrr enn alt er avgjørt. Men hvussu var tað nú, at Sameinda Kongsríkið kom sær út í hesa truplu støðu? Stutta svarið er hetta:
Einaferð var tað…
Einaferð var tað ein forsætisráðharri í Bretlandi, sum æt David Cameron. Hann var valdur vegna Konservativa flokkin. Sum liður í at tryggja sær sjálvum og flokki sínum afturval, valdi hann at bjóða bretum eina fólkaatkvøðu um limaskapin í ES. Hetta lovaði hann teimum tann 23. januar 2013. Bretar høvdu alla tíð havt eitt eitt sindur ivasamt samband til ES. Upprunaliga orsøkin til hetta ivasemi skal allarhelst finnast í tí feili, at eingin fólkaatkvøða var í Sameinda Kongsríkinum um ES-limaskap av fyrstan tíð, tá Sameinda Kongsríkið gjørdist limur í ES í 1973. Í 1975 var tó fólkaatkvøða í Sameinda Kongsríkinum um framhaldandi limaskap í ES, og tá var meiriluti fyri at halda fram í ES. Men hetta var ikki heilt tað sama, sum at verða spurdur áðrenn upprunaliga avgerðin varð tikin.
David Cameron sjálvur gekk inn fyri limaskapi í ES. Og tí var lovaða fólkaatkvøðan um limaskapin í ES ein liður í at køva tær røddir, sum vildu hava Bretland burtur úr ES.
Valstríðið til fólkaatkvøðuna, sum bleiv hildin tann 23. juni 2016, var alt annað enn væl eydnað fyri David Cameron. Fleiri av hansara mætastu floksfeløgum fóru í virkið valstríð fyri at fáa bretar at atkvøða fyri Brexit, og harvið taka Bretland burtur úr ES. Beint ímóti ynskinum hjá floksleiðara og forsætisráðharra teirra. Endin varð, at Brexit-rørslan vann fólkaatkvøðuna, og David Cameron mátti leggja frá sær, bæði sum forsætisráðharri og sum floksleiðari. David Cameron er síðani heilt givin í politikki.
Konservativi flokkurin fekk frammaná
Eftir Brexit-fólkaatkvøðuna var Bretland í tvíningum, og Konservativi flokkurin í leiðaraloysi. Eftir ein eitt sindur harðan leiðaravaldyst gjørdist Theresa May floksleiðari í Konservativa flokkinum. Trupulleikin við Theresu May var tó, at hon tók als ikki undir við Brexit. Hon hevði til fólkaatkvøðuna um Brexit mælt fólki til at atkvøða ímóti Brexit – hóast kanska ikki so harðmælt. Theresa May átók sær tí slagorðini ”Brexit merkir Brexit”, so at eingin ivi skuldi vera um, at hon fór at fremja fólksins vilja.
Fyri at styrkja sína støðu sum floksleiðari og forsætisráðharri, valdi Theresa May at skriva út val at vera tann 8. juni 2017. Men hetta miseydnaðist eisini fyri Konservativa flokkin. Frá at hava havt reinan meiriluta í Undirhúsinum í bretska tjóðartinginum, misti konservativi flokkurin henda meiriluta, og mátti leita sær hjálp hjá norðurírska sambandsflokkinum DUP. Henda hjálp var sjálvsagt ikki ókeypis. Og soleiðis endaði tað við, at júst í tí truplastu tíð hjá bretska tjóðini í nýggjari tíð, valdi bretska fólkið at deila seg so gott sum í tvey. Men Brexit koyrir framvegis móti málinum.
Samráðingarleiðararnir
Sameinda Kongsríkið valdi at seta ein serligan ráðharra, sum bert skuldi taka sær av at fáa Bretland trygt ígjøgnum Brexit. Maðurin, sum fekk heiðurin at gerast hesin ráðharri, var ein av royndastu politikkarunum hjá Konservativa flokkinum, tann nú 69 ára gamli David Davis. David bleiv fyrstuferð valdur í bretska Undirhúsið í 1987, og hevur síðani bæði verið ráðharri og eisini formaður í Konservativa flokkinum eitt stutt skifti.
Evropeiska Kommissiónin valdi eisini at seta ein av teirra royndastu politikkarum sum høvuðssamráðingarleiðara. Maðurin, sum bleiv settur, var nú 67 ára gamli fransmaðurin Michel Barnier. Hann hevur í fleiri umførum verið ráðharri í Frankaríki, umframt at hava verið ES-kommiserur tvær ferðir.
Mannagongdin
Tað er serliga Michel Barnier, sum hevur sett hart uppá, at samráðingarnar fara fram í trimum stigum. Stig 1 verður at taka Sameinda Kongsríkið burtur úr ES, og at loysa teir knútar, sum eru knýttir at hesum. Tá nøktandi framgongd er gjørd í Stigi 1, kann farast víðari til Stig 2, sum snýr seg um, hvat framtíðarsamstarv skal verða millum ES og Sameinda Kongsríkið. Tað eru hesar samráðingarnar um framtíðarsamstarv, sum serliga hava áhuga fyri Sameinda Kongsríkið, meðan samráðingarnar í stigi 1 – um treytirnar fyri at taka seg burtur úr ES – serliga hava týdning fyri ES. Stig 2 er lutvíst deilt sundur í tvey. Í fyrru helvt av stigi 2 skal semjan fáast í lag, og í seinnu helvt av stigi 2 skulu bæði ES og Sameinda Kongsríkið staðfesta avtaluna. Og hetta tekur tíð. Seinast kemur so Stig 3, har skiftisreglurnar frá núverandi støðu til framtíðarstøðuna verða ásettar.
Stig 1 – taka seg burtur úr ES – juni til desember 2017
Í fyrsta stiginum skal gerast upp, júst hvørjar avleiðingar tað hevur, at siga seg úr einum supranationalum felagsskapi eftir góð 45 ár sum limur. Evropeiska Samveldið er soleiðis sett saman, at limalondini avgeva suverenitet innan ávís øki til felagsskapinum. Á hesum økjum, til dømis at gera altjóða handilssáttmálar, hevur limalandið sostatt ongar heimildir longur, og missir sostatt við tíðini allan kunnleika innan hesi øki.
Skilnaðarrokningin
Evropeiska Samveldið er ikki ókeypis at reka. Øll limalondini gjalda limagjald til ES eftir nærri ásettum treytum. Men tá ein tekur seg úr felagsskapinum, og harvið gevst við at gjalda limagjald, so er framvegis ein stórur kostnaður eftir, sum limalandið skal gjalda. Hesin kostnaðurin stendst av, at nógvar útreiðslur hjá ES eru støðlaðar. Hetta merkir, at ES hevur bundið seg til hesar útreiðslur, men at tær ikki skulu gjaldast fyrr enn einaferð í framtíðini. Ein av teimum stóru útreiðslunum her eru pensjónir til øll tey, sum arbeiða í ES-verkinum, men fleiri aðrar stórar útreiðslur eru eisini. Tá eitt limaland velur at melda seg út úr ES, má tað gjalda sín part av hesum útreiðslum við útliman. ES og Sameinda Kongsríkið eru blivin samd um, hvussu henda upphædd eigur at gerast upp, men eru ikki samd um sjálva upphæddina enn. Upphæddin kann koma so høgt sum 60 milliardir evrur, meta summi, men mest sannlíkt verður hon væl minni. Hetta verður, tá alt kemur til alt, ein spurningur um politiska semju.
Borgararættindi
Í Evropeiska Samveldinum er frítt hjá øllum borgarum at arbeiða har teimum lystir, at ganga í skúla har teimum lystir, og at búseta seg har teimum lystir. Í dag merkir hetta, at nærri tríggjar milliónir borgarar úr øðrum ES-londum liva í Sameinda Kongsríkinum, og umleið 1,2 milliónir bretar liva í øðrum ES-londum. Hvussu skal støðan hjá teimum verða, eftir at Bretland hevur loyst frá ES? Hetta er eisini ein av høvuðsknútunum sum loysast skal, fyri at semja fáast kann í lag millum ES og Sameinda Kongsríkið um treytirnar fyri útmelding. Spurningurin er serliga, um hvørji borgararættindi hesi fara at hava framyvir, og hvussu hesi borgararættindi kunnu verjast. Um borgarar eru fyri órætti, skulu teir so venda sær til ES-dómstólin, ella til dómstólarnar í Bretlandi? Hetta er ein ógvuliga torførur spurningur, og enn eru ikki allir smálutirnir komnir upp á pláss. Men avrátt er, at skilnaðardagurin millum nær ein ES borgari kann lógliga uppihalda sær í Bretlandi eins og nú, verður dagurin, tá Sameinda Kongsríkið meldar seg út úr ES – tann 29. mars 2019. Sama verður sjálvsagt galdandi fyri bretskar borgarar, sum tann dagin uppihalda seg í ES.
Markið millum Norðurírland og Írland
Spenningurin millum Norðurírland og Írland hevur mangan verið stórur. Norðurírland er partur av Sameinda Kongsríkinum, sum nú hevur meldað seg út úr ES, meðan Lýðveldið Írland er sjálvstøðugt statur, sum framhaldandi verður limur í ES. Við Langa Fríggjadags-friðaravtaluni frá 10. apríl 1998 bleiv eitt týðandi stig tikið á leiðini at varðveita friðin millum Norðurírland og Írland. Tað er ógvuliga týdningarmikið fyri allar partar, at hesin friður ikki kemur í vanda eftir Brexit. Sameinda Kongsríkið hevur bundið seg til ikki at innføra fysiskt landamark millum Norðurírland og Írland.
Júst hvussu hetta skal lata seg gera í veruliga lívinum, er ikki avklárað enn. Tí samstundis sum einki fysiskt landamark verður, so verður Norðurírland framvegis eitt 3. land í mun til ES, og skal fylgja teimum somu reglunum, sum onnur 3. lond gera. Um einki fysiskt landamark verður millum Norðurírland og írland, so verður hetta eitt hol beinleiðis inn í ES. Eitt sum fólk bera ótta fyri er, at landamarkið bert verður flutt frá Írlandi og Norðurírlandi, til Norðurírland og restina av Bretlandi – t.e. út á sjógv. Men slík sundurskiljing er ikki haldbær fyri Sameinda Kongsríkið sjálvt.
Stig 2 – Framtíðarstarv við ES – januar til oktober 2018
Tann 15. desember 2017 boðaði ES frá, at tey mettu, at nóg mikið av framgongd var gjørd undir stigi 1, so farast kundi víðari at samráðast um stig 2. Hesar samráðingarnar verða væl truplari enn tær á stigi 1. Nú skal samráðast um, júst hvussu framtíðarsamstarvið við ES skal skipast. Skal talan vera um ein umfatandi fríhandilssáttmála, sum tann sum Kanada stutt síðani hevur gjørt við ES, ella skal farast aftur til EBS-sáttmálan, sum Noregi, Ísland og Liktenstein hava. Bretland hevur fyrr greitt meldað út, at talan verður um hvørgan, men um nakað heilt nýtt. Ein fríhandilssáttmála, sum eingin annar hevur við ES. Men eitt er, hvat Sameinda Kongsríkið ynskir, eitt annað er, hvat ES – við sínum 27 limalondum – kann ganga við til. Øll 27 eftirverandi ES-limalondini skulu góðkenna nýggja fríhandilssáttmálan.
Stig 2,1 – Staðfestingin av framtíðarsamstarvi – oktober 2018 til mars 2019
Michel Barnier hevur boðað frá, at sjálv avtalan um framtíðarsamstarvið má vera liðug í oktober í ár. Hetta, so at tíð er staðfesta avtaluni – bæði í ES og í Sameinda Kongsríkinum – at koma í gildi 29. mars 2019, tá tvey ára freistin fyri at melda seg út úr ES er runnin.
Stig 3 – Skiftisreglur – mars 2019 til mars 2021
Sameinda Kongsríkið hevur boðað frá, at tey vænta eina skiftistíð á umleið 2 ár, eftir at landið formliga hevur meldað seg úr Evropeiska Samveldinum. Í hesi skiftistíð kemur Sameinda Kongsríkið at vera bundið av øllum sínum núverandi skyldum í ES, bæði løgfrøðiligum og fíggjarligum, men Sameinda Kongsríkið missir sína ávirkan á hesi somu viðurskifti í ES. Hetta merkir, at Sameinda Kongsríkið missir sín atkvøðurætt, tá avgerðirnar skulu takast.
Enn eru tey flestu á einum máli um, at avgerðin um at melda seg úr ES var óðamannaverk. Men røddirnar um at fáa nýggja fólkaatkvøðu fækkast fyri hvønn dag, sum gongur. Líkt er til, at fólkið bæði í Sameinda Kongsríkinum og ES hava sannað, at her vendist neyvan aftur.