Tónleikasamband Føroya og Norðurlandahúsið skipaðu fyri tíðindafundi í dag, í Klingruni í Norðurlandahúsinum. Her vóru allar tilnevningarnar til ársins Faroese Music Awards kunngjørdar.
Marianna Winter Nagata, nevndarlimur í Tónleikasambandi Føroya, kunngjørdi tilnevningarnar
13 virðislønir verða latnar til FMA 2024. Hesi eru tey tilnevndu:
ÁRSINS TÓNASMIÐ
Tróndur Bogason
Eyðfinn B. Lamhauge
Mikael Blak
Janus Rasmussen
Benjamin Djurhuus
ÁRSINS TÓNLEIKARI
Jan Rúni Poulsen
Sigrið F. Hansen
Per Ingvaldur Højgaard Petersen
Benjamin Djurhuus
Ólavur Gaard
ÁRSINS MYNDLISTARLIGI SAMLEIKI
Brimheim
Dania O. Tausen
Einangran
Klingra
Kóboykex
ÁRSINS SPÍRI
Katari
jazzygold
SUPERVISJÓN
Andrias Blaasvær
Adrenaline
ÁRSINS KLASSISKI PRÍSUR
Tróndur Bogason - The Distance Between Us (Útgáva)
Kristina Thede Johansen - SANSA Føroyar” (Debut konsert)
Eli Tausen á Lava - Ein Tónleikalig Vangamynd (Konsert)
Sámal Jákup Jakobsen - Heimasvitan (Útgáva)
Anna Katrin Ø. Egilstrøð - From Harbour To Harbour (Konsert)
ÁRSINS SER-ÚTGÁVA
SUPERVISJÓN - FAST TRAKK
Aldubáran - The Distance Between Us
A15 - A15
ORKA - All At Once
Klingra - ...eftir
ÁRSINS LAG
Beinir - Greener
Brimheim - Literally Everything
Dania O. Tausen - kann eg hava armin soleiðis her?
Jónas Gaard (feat. Sigrið) - Farin
Byrta - Vak meg ei
ÁRSINS ÚTGÁVA
Dania O. Tausen - ja/nei – og restin av vikuni
Marius Ziska - RÚM
Jógvan - Tøgn
Einangran – Vendir vindar
AGGRASOPPAR – døgurðaslang
Hesar virðislønirnar verða latnar, uttan nakra tilnevning:
ÁRSINS ÁTAK
ÁRSINS ÚTFLUTNINGSHEIÐURSLØN
HEIÐURSPRÍSUR
ÁRSINS FMA
ÁRSINS TEKSTUR
Á tíðindafundinum varð eisini kunngjørt, at ein serlig samanseting við Supervisjón og Aldubáruni skulu framføra til tiltakið, umframt at ein serstøk framførsla við Anniku Hoydal verður á skránni. Harafturat vera fleiri framførslur, sum enn eru loyniligar.
FMA virðislønirnar verða latnar í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið 9. mars klokkan 19.
Vertir til tiltakið vera Rólant Waag Dam og Siri Súsonnudóttir Hansen.
Til ber at keypa atgongumerki til tiltakið á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum.