Tey sum ólóglig eru kravd eftir pengum, fáa teir aftur
Ætlanin er at leggja uppskot fyri Løgtingið um tað eftir ólavsøku
Tað eru nógvir føroyingar, ið hava arbeitt uttanlands, sum eru kravdir eftir gjaldið til Heilsutrygd í Føroyum, ólógliga. Tað hevur dómsvaldið avgjørt.
Tað var ólógligt at krevja gjaldið til Heilsutrygd tí talan er um um fólk, sum longu hava goldið heilsutrygdargjald í einum øðrum norðurlandið, eitt bnú Folketrygd í Noregi
Og nú fer Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, at leggja uppsko fyri Løgtingið um at hesi fólkini skulu fáa pengarnar aftur.
Hon sigur nevniliga, at løgfrøðingar meta, at tað er neyðugt at broyta lógina fyri at kunna rinda pengarnar aftur við afturvirkandi kraft, og sostatt verður uppskot væntandi lagt fyri Løgtingið einaferð eftir ólavsøku.
Eftir lógini skulu øll, ið eru búsitandi í Føroyum, gjalda heilsutrygdargjald. Men eftir norðurlendska sáttmálanum um heilsutrygd, skulu fólk rinda í landinum, har tey arbeiða. Sostatt er føroyska lógin um heilsutrygd, ikki í samsvari við norðurlendska sáttmálan.
Í løtuni viðger Løgtingið annars eitt uppskot, har tað verður staðfest, at fólk, sum rinda heilsutrygdargjald í einum øðrum norðurlandi undir norðurlendska sáttmálanum, men sum ikki kunnu draga tað frá í skatti, kunnu søkja um at sleppa frá at rinda til Heilsutrygd í Føroyum.