Tey sum fara at keypa rundstykki við firmabilinum skulu ansa sær

Taks fer nú at kanna um tey verða snýtt

Áki Bertholdssen
30. oktober 2023 kl. 09:33

Ein firmabilur skal ikki brúkast til privatkoyring. Tað staðfestir Taks og tey siga, at hesa næstu tíðina fara tey tískil at kanna um firmabilar verða brúktir til privatkoyring.

Tí verður hann tað, skal bilførarin rinda skatt av koyringini, tí so er tað fríur bilur. 

Arbeiðsplássið skal kanska eisini endurrinda mvg aftur, sum tað fekk fyri bilin tá ið hann varð keyptur

Og tá ið talan er um privata koyrin í firmabili, er eingin munur á, um tú fert á møti við bilinum, um tú fert á fótbóltsdyst, koyrir børnini í barnagarð, keypir morgunbreyð til familjuna og hvat sum helst, ið ikki hoyrir til uppgávurnar hjá arbeiðsplássinum.

Taks sigur, at annarhvør føroyingur heldur, at reglurnar um firmabilar verða ikki hildnar.

 Tað kemur fram í eini nýggjari kanning, har Taks spyr fólk, hvussu raskir føroyingar eru at halda reglur um at gjalda skatt. 

Kanningin vísir, at yvir 64 prosent av okkum halda, firmabilar hjá almennum stovnum verða brúktir privat, og 40 prosent halda, at firmabilar hjá privatum fyritøkum verða tað. 

– Tað er ikki ólógligt at brúka firmabilin til privat ørindi, men so er talan um frían bil, og nýtslan er skattskyldig.

Kanningin vísir eisini, at fólk halda, at nýtslan av firmabilum skal kannast

– Tað tekur Taks til eftirtektar og fer í næstum at gera kanna, hvussu firmabilar verða brúktir og í tí sambandi fara tey at brúka ymisk høvi til at kanna um firmabilar verða brúktir sambært reglunum.

So næstu ferð, tú fer til bakaran, ella fótbóltsdyst við firmabilinum, fylgir Taks kanska við...