Mánadagin 13. januar 2025 vóru tey fyrstu trý lesandi á leiðsluútúgvingini á Setrinum til endaliga próvtøku, har tey vardu sína masterritgerð.
Útbúgvingin er skipað soleiðis, at tey lesandi taka hana, meðan tey røkja síni størv annars. Tey trý, sum nú hava staðið masterprógv í leiðslu, eru Helga Foldbo, virkisgreinari í Undirvísingarstýrinum, Bjørgfríð Ludvig, aðalstjóri í Heilsumálaráðnum, og Mortan Zachariassen, deildarleiðari í Undirvísingarstýrinum.
Tey hava hesi seinastu umleið trý árini lisið á Setrinum áleið triðjahvørt vikuskifti, har tey hava tikið átta modul í leiðslu, sum samlað geva teimum 120 ECTS-stig. Harvið hava tey staðið eina fulla masterútbúgving í leiðslu. Hesi trý lesandi skara framúr, tí tey hava gjørt seg lidnan við útbúgvingina eitt hálvt ár fyrr enn hini, sum verða liðug í summar.
Eftirútbúgvingar á masterstigi í Danmark telja mangan 60 ECTS-stig. Fróðskaparsetur Føroya hevur valt at gera føroysku leiðsluútbúgvingina longri, men í tveimum pørtum, har ein kann steðga, tá ein hevur ognað sær 60 ECTS-stig og harvið eitt Diplom í leiðslu á masterstigi. Ein kann eisini halda fram og taka 60 ECTS-stig aftrat og tá fáa eitt fult masterprógv í leiðslu. Tað er hetta seinasta, sum tey fyrstu trý nú hava staðið.
Árgangurin hjá teimum trimum var tann fyrsti, sum í august 2021 fór undir masterlestur í leiðslu á Setrinum.
Annar árgangur, sum nú fer undir at skriva fyrstu stóru uppgávuna, sum er Diplom á masterstigi, varð innskrivaður til lestur í august 2023.
Triðju ferð, at Setrið tekur lesandi upp til leiðsluútbúgvingina, verður í august 2025.
Í løtuni eru 25 lesandi á útbúgvingini.
Við hesi útbúgvingini fáa tey lesandi hollar og nútímans leiðsluførleikar á universitetstigi, sum svarar til MBA uttanlands, umframt at tey læra at vera leiðari í einari smátjóð sum okkara og leiðslu í einum føroyskum samanhangi.
Frálík afturboðan frá lesandi
Fastur táttur í útbúgvingini er, at tey lesandi geva afturboðan um einstøku skeiðini, soleiðis at undirvísingin støðugt kann mennast. Niðanfyri er eitt dømi um afturboðan frá einum lesandi, sum skuldi svara, hvat viðkomandi hevði lært:
Dugnaligir og hugkveikjandi undirvísarar hava givið mær góða strategiska og organisatoriska fatan
Havi ognað mær hópin av leiðsluástøði og hugtøkum, sum ger tað lættari bæði at skilja og samskifta um leiðslu
Havi lært, hvussu stóran týdning ein leiðari hevur sum "flaggberi", "fyrimynd" og "frásøgufólk"
Havi eisini lært ein hóp frá øðrum luttakarum á skeiðinum um, hvussu tey hava handfarið avbjóðingar
Kenni meg meira tryggan at standa stinnur á brøttum eins og á sløttum
Grundi meira um framferð og fordómar, lyndi og lívssjón hjá mær sjálvum
Tori betur at viðurkenna mínar avmarkingar
Sannførdur um, at leiðsla altíð má vera eitt persónligt "projekt"
Samanumtikið gjørt tað stuttligari, lættari og meira læruríkt at vera leiðari
Lesið meira um útbúgvingina í Leiðslu og Skipan her.