Tey fjølbrekaðu skulu koppsetast næst

Nýggj sending av koppingarevni kemur til landið í næstu viku

Steinar Patursson
4. mars 2021 kl. 17:30

Í næstu viku kemur ein nýggj sending av koppingarevni til landið, og tá verða tey, sum hava fjølbrek, og onnur heilsuveik og eldri fólk koppsett.

Tað boðar koppsetingarbólkurin frá í dag.

Ætlanin er at fara undir at koppseta fólk við fjølbreki og onnur heilsuveik fólk, sum búgva á stovnum undir almannaverkinum. Síðani verður farið undir at koppseta fólk, sum eru eldri enn 65 ár, og sum fáa persónliga røkt og hjálp við tí praktiska.

Koppsetingarbólkurin sigur eisini, at hann harmast um, at hesir bólkarnir hava bíðað so leingi eftir at verða koppsett, serliga tá hugsað verður um, at tey hava verið noydd at liva meira ella minni avbyrgd, síðan koronusmittan kom til landið fyri einum ári síðani.

Raðfestingin fyri koppsetingunum í Føroyum verða gjørdar við støði í tilmælunum frá heimsheilsustovninum, WHO, og WHO hevur lagt stóran dent á, at heilsustarvsfólk skulu teljast millum tey fyrstu, ið verða koppsett.

- Hugsanin aftanfyri raðfestingina, er at tað verður lagdur ein ringur rundan um tey gomlu og heilsuveikastu fólkini í samfelagnum, samstundis sum tað verður tryggjað, at hópurin av heilsu- og røktarstarvsfólki, ikki verður raktur av sjúkrafráveru í stórum tali. Eftir hetta varð farið undir at koppseta onnur, og byrjað varð við at koppseta teir mest útsettu bólkarnar fyrst, sigur koppsetingarbólkurin.