Tey eru aftur í FM-finaluni hesa ferð

Í morgin verður føroyameistaraskapurin avgjørdur

Áki Bertholdsen
14. apríl 2023 kl. 11:00

Árant á Mýruni, MBF, vann sær pláss í finaluni, har hann leygardagin skal verja føroyameistaraheiti í einmansleiki hjá monnum. Mynd: Haldur Suni Johansen

Árant á Mýruni, MBF, vann sær pláss í finaluni, har hann leygardagin skal verja føroyameistaraheiti í einmansleiki hjá monnum. Mynd: Haldur Suni JohansenFøroyameistararnir í badminton skulu finnast í morgin leygardagin, har finalurnar í Kontrast FM verða leiktar í Høllini á Hálsi í Havn.

Hósdagin vóru innleiðandi umførini í einmansleiki, har føroyameistararnir frá í fjør aftur vunnu sær sæti í finalunum. Í fjør vóru tað Árant á Mýruni úr MBF og Miriam í Grótinum úr HBF, sum gjørdust føroyameistarar í einmansleiki í badminton hjá teimum vaksnu.

Árant á Mýruni, MBF, vann sær pláss í finaluni, har hann leygardagin skal verja føroyameistaraheiti í einmansleiki hjá monnum. Mynd: Haldur Suni Johansen

Hjá teimum vaksnu kvinnunum vann Miriam í Grótinum úr Havnar Badmintonfelag hóskvøldið hálvfinaluna á Lenu Mariu Joensen úr Klaksvíkar Badmintonfelag.

Í finaluni leygardagin møtir hon Miu Thorkildshøj, HBF, sum fyri fyrstu ferð vann sær tað eina finaluplássið í einmansleiki við at vinna á Bjarnhild í Buð Justinussen í eini spennandi hálvfinalu í trimum settum. 

Árant á Mýruni úr MBF vann eina tætta og spennandi hálvfinalu ímóti Magnus Dal-Christiansen úr HBF. Føroyameistarin hjá monnum frá í fjør skal í ár aftur spæla finalu ímóti Jónas Djurhuus, HBF. Jónas endurvann sær sæti í finaluni leygardagin við at vinna hálvfinaluna í tveimum settum ímóti Ára Isfeldt úr HBF, sum á fyrsta sinni luttók í eini hálvfinalu til FM. 

Mia Thorkildshøj, HBF, skal á fyrsta sinni spæla finalu í einmansleiki, tá hon leygardagin skal spæla ímóti Miriam í Grótinum, HBF

Seinnapartin í dag verða innleiðandi umførini í tvímansleiki hjá kvinnum og monnum umframt í blandaðum tvímansleiki. Dystirnir verða leiktir í Badmintonhøllini í Havn frá klokkan 15.30, har tað er ókeypis atgongd fyri áskoðarar. 

Finalurnar leygardagin í Høllini í Hálsi byrjað klokkan tíggju, har Badmintonsamband Føroya saman við Judosambandinum og Borðtennissambandinum skipar fyri Kontrast FM.

KvF sendir beinleiðis frá finalunum seinnapartin og BSF fer at stroyma finalurnar fyrrapartin á Facebook vanga sínum.