Í Heimsmeistarakappingini í fjør vunnu Rakel B. Tindskarð, og Silas vom Forstwald, silvur og nú um vikuskiftið skuldi tey so í kappingina um norðurlendska meistaraheitið í Herning í Danmark, prógva, at hetta var ikki av tilvild.
Tey kappast í greinini T1Young rider. Av tí at so nógv kappast í hesu grein, verður sagt, at hetta er ein tann torførasta greinin at vinna heiðursmerkið í.
Tað vísti seg eisini longu í teimum fyrstu umførunum, at mótstøðan var hørð.
Tey megnaðu tó at fáa eitt fjórða pláss og harvið tryggja sær pláss í sjálvari finaluni. Ofta verður sagt, at tað er minni munur á at klára seg væl í norðurmeistarakappingini og heimsmeistarakappingini og tað er tí at norðurlond eru so sterk í hesari ítróttargrein.
Í finaluni gekk tó enn betri. Tey bæði, Rakel B. Tindskarð og Silas vom Forstwald vóru nú við heilt frammi í oddinum og tá avtornaði endaðu tey á einum flottum øðrum plássi og tryggjaðu sær sostatt NM silvurheiðursmerkið.
Hetta má metast at vera sveinaroyndin hjá ungu reiðkvinnuni, ið nú av álvara hevur prógvað at hon skal teljast við millum fremstu reiðfólkini innan gonguløg, sigur Ríðisamband Føroya.