Theresa Ann Fallesen, betur kend sum Tessa, framførur á Burger King pallinum í kvøld klokkan 20:30.
Tessa er uttan iva ein av teimum tónleikarunum, ið flest gleða seg til at uppliva í Vágsbotni í kvøld.
Startskotið til glæsiligu yrkisleiðina hjá Tessu byrjaði á Instagram vanga hennara, har hon rappaði og vísti fram tekstir, sum hon sjálv hevur skrivað. Hetta førdi við sær, at hon bygdi upp ein fjepparaskarða á alnótini, áðrenn nakar sangur varð útgivin og tá fyrsta staklag hennara kom út, bleiv tað ógvuliga væl móttikið.
Við tíðini hevur Tessa vunnið fleiri virðislønir, ein sjónvarpssending er gjørd um hennara lív - har tey fylgja henni á ferðini frá at vera heimleys til at blíva ein stjørna – og er hon í dag ein av størstu kvinnuligu rapparunum í Danmark nakrantíð.
Tessa yrkir við útgangsstøði í hennara egna lívi, ið mangan hevur verið baldrut. Hon er blivin illa happað í fólkaskúlanum og bleiv sum tannáringur hópneyðtikin. Hetta førdi við sær ógvuliga avbjóðandi ár fyri ungu gentuna, sum nøkur ár eftir bleiv tikin fyri at stjala og endaði sum heimleys í nærum tvey ár. Júst hesa lívssøguna og hendingarnar hon hevur verið í gjøgnum, letur hon erliga upp fyri í tekstum sínum og er hon blivin kend fyri, at lata áhoyraran hoyra veruleikan uttan nakra fasadu.
Hennara orkufyltu framførslur og ráu tekstir eru eitt eyðkenni, og fleiri av løgum hennara hava ligið ovaliga á hittlistum, og munnu tey flestu ungu, duga at rappa við til løgini TCM, Ben og Blæstegnen.