Tað var ikki ein skemtisøga, tá Elon Musk skrivaði á Twitter, at hann umhugsaði at taka Tesla av keypskálanum fyri 420 dollarar fyri hvørt partabræv.
Hetta greiddi vinnulívsmaðurin frá í rættinum í gjár, har hann enn einaferð tók sess í vitnisbásinum í málinum, sum hann er ákærdur í.
Tað skrivar Ritzau.
Málið snýr seg um nøkur boð á Twitter, sum Musk skrivaði í 2018. Musk segði seg ikki bara umhugsa at strika Tesla av keypskálanum, hann skrivaði eisini, at fíggingin var tryggjað til hetta, og at stuðulin frá íleggjarunum var váttaður.
Boðskapurin hevði sjálvandi tí ávirkan, at kursurin á partabrævinum hjá Tesla dalaði nógv, sum kostaði partaeigarunum pening. Tí er rættarmálið í móti Elon Musk byrja.