Eitt terrorálop fór fram í New York í gjárkvøldi, okkara tíð. Tað upplýsa fleiri útlenskir miðlar. Álopið fór fram klokkan trý um dagin lokala tíð í New York. Tað var ein 29 ára gamal maður úr Usbekistan, ið koyrdi bilin.
Átta fólk vóru dripin í álopin og umleið 12 fólk vóru særd. Ein løgreglumaður megnaði at særa álopsmannin við einum skoti í búkin. Álopsmaðurin bleiv koyrdur á sjúkrahús og bleiv skurðviðgjørdur, og er nú uttan fyri lívsvanda. Hetta gevur FBI, amerikonsku samveldisløgregluni, óvanliga góðar møguleikar fyri at kanna álopið betri. Tað er nevniliga sera sjáldsamt, at álopsmennirnir, í slíkum álopum, koma frá tí við lívinum.