Terje fer undir áttanda skeiðið

Hann hevur verið semingsmaður í 21 ár, og hann er nú tilnevndur at vera semingsmaður eitt tríaraskeið aftrat

Jóannes Hansen
21. september 2024 kl. 08:23

Landsstýriskvinnan í arbeiðsmarknaðarmálum Ingelín Strøm hevur tilnevnt Terja Sigurðsson at vera semingsmaður næstu trý árini. Hetta er áttanda skeiðið, sum Terje Sigurðsson verður semingsmaður. Fróði Sivertsen er tilnevndur at vera varasemingsmaður.

Terje Sigurðsson segði soleiðis í gjár, eftir at hann hevði fingið skrivið við fráboðan um, at hann er tilnevndur at vera semingsmaður í eitt skeið aftrat.

Ikki sørt eyðmjúkur, nú eg í dag eri tilnevndur semingsmaður komandi 3 árini. At tað so er 8. skeiðið sum allur arbeiðsmarknaðurin hevur víst mær hetta stóra álitið er hugvekjandi.

Arbeiðið sum semingsmaður er team-work, saman við hjálparsemingsfólkið og serliga varasemingsfólkinum. - Eg er fegin um, at Fróði Sivertsen er valdur varasemingsmaður, vit hava havt eitt sera gott samstarv.

Eg gleði meg til at fara til verka saman við góðum fólki. Eitt, sum eg kundi hugsa mær at arbeitt við í hesum skeiðnum er, í størri mun enn fyrr, at aktivera hjálparsemingsfólk og menna kunnleika til og innlit í ymisku sektorarnir á føroyska arbeiðsmarknaðinum.