Tendra jólatræið á Tvøroyri sunnudagin - fyri 95. ferð

Tvøroyri var fyrsta kommuna í landinum, sum hevði alment jólatræ

Áki Bertholdsen
23. november 2023 kl. 14:45

Sunnudagin klokkan 16 verður jólatræið á Tvøroyri, tendrað. Formaðurin í mentanarnevndini, Bjarni Hammer, bjóðar vælkomin og nýggi sóknarpresturin í Hvalba, Hanus Pál Jógvansson, heldur røðu.
Tvøroyrar Hornorkestur spælir og jólamenn koma við pakkum til børnini. Eisini verða bollar og heitt kakao at fáa.

Tvøroyrar býráð sigur í tíðindaskrivi, at Tvøroyri var fyrsta kommuna í landinum at tendra alment jólatræ fyri øll.

Tað var longu í 1928, at tað fyrsta jólatræið var á Tvøroyri og í samfull 95 ár hava tvørafólk , onnur ið vitja býin tá, havt gleðina av at hava eitt vakurt pyntað jólatræ standandi í miðbýnum.

Av Tvøroyrar skjalasavni hava vit fingið at vita, at stutt eftir at Tvøroyri hevði fingið streym úr Botni í 1928, bleiv skipað fyri almennum jólatræshaldi – longu tá við el-perum á trænum, eins og í dag.

Tvøroyrar kommuna hevði árið framman undan, í 1927, keypt gomlu Doktarahúsini, tá doktarin flutti út í Kirkjubrekkuna. Og í dag verður jólatræið framvegis tendrað á akkurát sama staðið sum tað var tendrað fyri 95 árum síðani.

Umframt at jólatræið verður tendrað, verður eisini Jólamarknaður á Seglloftinum og somuleiðis hevur Gamla Krambúðin eisini opið.