Tað verður hollendski Erik ten Hag, sum frameftir skal stjórna liðnum hjá Manchester United.
Tað boðar felagið frá í dag.
52 ára gamli ten Hag, sum í dag er venjari hjá Ajax, skiftir til United í summar, og hann hevur skrivað undir sáttmála fram til 2025, skrivar The Guardian.
Ten Hag hevur staðið á odda fyri Ajax í fýra ár, har hann hevur vunnið greipu í 2019 og 2021.
Sambært The Guardian mátti United gjalda tvær milliónir evrur fyri at slíta ten Hag leysan úr Ajax, og sum skilst hevur ten Hag fingið í lag, at hann hevur seinasta orðið, tá tað ræður um spælaraflytingar.
Ten Hag verður sostatt fyrsti fasti venjari hjá Manchester United, síðan Ole Gunnar Solskjær fór úr felagnum í november. Ralf Rangnick hevur verið fyribilsvenjari síðani.