Erik Ten Hag varð settur í starv sum Manchester United venjari á sumri í 2022. Fyrsta kappingarárið hilnaðist væl, við einum 3. plássi í Premier League, tveimum steypafinalum og einum steypi.
Vónirnar til kappingarárið, sum júst er endað, vóru tí rættiliga góðar. Liðið megnaði tó als ikki at liva upp til vónirnar, og kappingarárið gjørdist søguliga vánaligt. Liðið var eyðmýkt í Champions League, og endaði á einum 8. plássi í Premier League.
Manchester United endaði tó kappingarárið væl, við at vinna finaluna í ensku steypakappingini, FA Cup, ímóti ensku meistarunum og arvafíggindunum úr Manchester City.
Nýggja ítróttarliga leiðslan í Manchester United, við bretska vinnulívsmanninum, Sir Jim Ratcliffe, á odda, hevur síðani finalusigurin havt eina eftirmeting av kappingarárinum, har støða millum annað skuldi takast til, um felagið skuldi halda fram við Erik Ten Hag á odda, ella um ein nýggjur venjari skuldi setast í starv.
Sambært álitandi tíðindamanninum David Ornstein, sum skrivar fyri tíðindamiðilin The Athletic, hevur leiðslan í Manchester United nú tikið avgerð um, at halda fram við Erik Ten Hag sum venjara.
Sáttmálin millum Erik Ten Hag og Manchester United gongur út á sumri í 2025, men møguleiki er fyri at leingja hann við einum ári.