Í komandi viku savnast kvinnulandsliðið aftur. Talan er um næstseinastu samlingina, áðrenn farið verður til EM-endaspælið í Basel.
Umframt vanliga venjing, verður mental- og styrkivenjing á skrá og eisini onkur skúlavitjan, skrivar Hondbóltssamband Føroya.
23 spælarar eru boðsendir at vera við í venjingunum. At føroyski hondbólturin seinastu árini hevur verið í stórari menning ber við sær, at alt fleiri spælarar nú umboða útlendsk feløg. Hetta sæst eisini aftur í hesi úttøkuni. 13 av teimum 23 spælarunum, sum hava fingið boð um at vera við í venjingunum, umboða útlendsk feløg.
Til venjingina eru hesir leikarar úttiknir:
Málverjar:
Annika Fríðheim Petersen, EH Aalborg (DEN)
Rakul Wardum, Ringkøbing Håndbold (DEN)
Silja Arngrímsdóttir Müller, Valur (ISL)
Útileikarar:
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, EH Aalborg (DEN)
Karin Egholm, H71
Brynhild Pálsdóttir, H71
Rannvá Olsen, VÍF
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe, H71
Turið Arge Samuelsen, Kyndil
Pernille Brandenborg, København Håndbold (DEN)
Brynja Høj, Neistin
Bjarta Osberg Johansen, Kyndil
Lukka Arge, H71
Elsa Egholm, H71
Jana Mittún, Viborg HK (DEN)
Maria Pálsdóttir Nólsoy, HH Elite (DEN)
Marita Mortensen, HØJ (DEN)
Fríða Nolsøe Olsen, VÍF
Bjørk Franksdóttir Joensen, Randers HK (DEN)
Marianna Geirsdóttir Eystberg, BK Ydun (DEN)
Súna Krossteig Hansen, Skanderborg Håndbold (DEN)
Lív Bentsdóttir Zachariasen, Ajax København, (DEN)
Vár Bentsdóttir Zachariasen, Ajax København, (DEN)
Venjarar hjá kvinnulandsliðnum í hondbólti eru
Claus Leth Mogensen, høvuðsvenjari
Simon Olsen, hjálparvenjari
Mladen Mjerimacka, málverjavenjari