Gamla heimsstjørnan Bob Dylan er nú aftur á tónleikarundferð kring heimin. Tónleikarundferðin verður nevnd Rough and Rowdy Ways World Wide Tour.
Hevur ein hug, so ber til at uppliva veteranin framføra í Danmark í heyst. Eftir ætlan skal hann framføra í Keypmannahavn í Royal Arena tann 30. septembur í ár.
Eftirhondini er tað vorðið púra vanligt undir konsertum, at gestir antin taka mynd ella film av konsertini. Eisini er vanligt at brúka blitslampuna, ið flestu telefonir hava, undir konsertini. Men soleiðis verður tað ikki, tá Bob Dylan fer at framføra í Royal Arena í heyst.
Undir konsertini í Royal Arena í heyst vera telefonir bannaðar. Áðrenn konsertin fer í gongd, skulu allir gestirnir leggja sína telefon í sokallaðar Yondr-lummar. Yondr-lummarnir læsast meðan konsertin er í gongd og kunnu ikki latast upp fyrr enn konsertin er av. Sostatt sleppa gestirnir at hava telefonirnar undir konsertini, men teir kunnu ikki brúka tær. Tó vera nakrir básar kring Royal Arena, har møguleiki verður fyri at lata lummarnar upp, um neyðugt er.
Bob Dylan skal eftir ætlan eisini framføra í Norra, Svøríki, Týsklandi, Fraklandi, Belgia, Hollandi og Bretlandi. At Bob Dylan er á tónleikarundferð kring heimin, er mestsum eitt bragd, tí hann er ongin ungligi longur. Amerikanska stjørnan gjørdist 81 ára gamal í mai fyrr í ár.