Tekniskt brek á Smyrli

Í løtuni siglir Smyril við trimum motorum, tí tekniskt brek er á tí eina motorinum. Avlýsingar kunnu væntast.

Jákup Bogi Joensen
26. januar 2022 kl. 13:27

Smyril er í løtuni á veg til Havnar og leggur væntandi at bryggju um tvey tíðina.

Tá fer Strandferðslan at meta um og taka støðu til, hvussu umvælingararbeiði skal fara fram.

Sostatt kann møguliga roknast við avlýsingum á leiðini í dag, skrivar Strandferðslan.

Ferðafólk úr Suðuroy, sum skulu við flogfari í  morgin tíðliga, kunnu venda sær til strandferðsluna.