Sambært Ekstra Blaðnum, so vilja teknararnir hjá Charlige Hebdo ikki lata Nye Borgerlige nýta teirra Muhammed-tekningarnar í lýsingum, ið flokkurin annars gjarna ynskir at lýsa við í nøkrum av teimum donsku dagbløðunum.
Tað váttar lýsingarskrivstovan hjá Charlie Hebro yvirfyri Ekstra Blaðnum.
Ekstra Blaðið skrivar, at Charlie Hebdo – eftir ynski frá teknararnum – ikki hava gjørt ella ynskja at gera avtalu við Nye Borgerlige.
- Eftir at hava tosað saman, hevur Charlie Hebdo avgjørt ikki at gera avtalu við hendan politiska flokkin, ið tey ikki deila nakað sum helst sjónarmið við, verður sagt úr lýsingarskrivstovuni hjá satiru-blaðnum, sambært eb.dk
Í síðstu viku kom fram, at forkvinnan í flokkinum, Pernille Vermund, vildi saman við Charlie Hebdo lýsa við tveimum Muhammed-tekningum. Hetta hevur aftur skapt kjak um skrivi- og talufrælsi í Danmark. Hesar báðar tekningarnar eru tær báðar, ið franski lærarin Samuel Paty brúkti í sínari undirvísing um júst skrivi- og talufrælsi. Hetta bleiv hann dripin fyri.
Hóast satiru-blaðið ikki ynskir at verða knýtt til ein politiskan flokk, so vónar tíðindatalsfólkið fyri Nye Borgerlige, Lars Kaaber, at flokkurin fær møguleikan fyri at seta lýsingina í bløðini.
Charlie Hebdo var fyri blóðugum yvirgangi í 2015
Satiru-tíðarritið, Charlie Hebdo, hevur í fleiri umførum havt tekningar av Muhammed við í blaðnum ella á forsíðuni. Í 2011 var ein forsíðumynd av Muhammed atvoldin til, at nógvar franskar sendistovur vórðu noyddar at lata aftur í muslimska partinum av heiminum, umframt at yvirgangur varð framdur móti Charlie Hebdo.
Í 2015 varð yvirgangsálop framt móti redaktiónini á franska tíðarritinum, tá ið tveir maskeraðir og vápnaðir menn tvingaðu eina kvinnu til at tasta kotuna, ið læt úthurðina til bygningin upp. Yvirgangsmenninir fóru inn í hølini hjá Charlie Hebdo, har teir skutu eftir teimum, ið inni vóru. 12 fólk doyðu og 11 vórðu særd. Millum tey deyðu vóru fleiri av teknarunum á blaðnum og ábyrgdarhavandi blaðstjórin. Tveir løgreglumenn vóru eisini millum tey myrdu, annar var lívverji hjá Carb (ábygdarblaðstjóranum), meðan hin av tilvild var uttanfyri bygningin. Hesin varð avrættaður við einum skoti í høvdið, meðan hann lá særdur á vegnum.
Teir báðir yvirgangsmenninir – Kouachi-beiggjarnir – sluppu til rýmingar, men franska løgreglan jagstraði teir í tvey døgn, til teir blivu funnir og umringaðir í einum bygningi í franska býnum, Dammartin-en-Goële, har teir høvdu tikið eina kvinnu sum gísla. Kvinnan slapp við lívinum, men beiggjarnir lótu lív, tá ið teir runnu úr bygninginum og skutu eftir fronsku løgregluni.