Hann hevur verið nógv skaðadarvaður í ár, og kanska hevur tankin spøkt hjá onkrum, at nú fór hann at gevast við at spæla fótbólt á hægsta støði.
Men soleiðis verður tað ikki, og HB fjepparar og ivaleyst allir føroyskir fótbóltsfjepparar fegnast um tíðindini, at Teitur Matras Gestsson eisini í 2024 verður at síggja í HB málinum.
HB boðar í kvøld frá, at felagið og Teitur Matras Gestsson hava skrivað undir upp á, at Teitur eisini í 2024 verður HB málverji.
31 ára gamli Teitur Matras Gestsson hevur verið í HB síðani í 2011 ella í 13 ár. Sambært faroesoccer.com hevur hann spælt 318 landskappingardystir í bestu deildini, 38 dystir í kappingini um løgmanssteypið, 23 dystir í europeiskum kappingum og fýra stórsteypadystir. Tá ið 22 dystir á A-landsliðnum verða lagdir aftrat, so hevur Teitur Matras Gestsson higartil spælt 401 dystir á hægsta støði í Føroyum.