Teitur Olsen heldur fram í 07 vestur

Ættarliðsskifti er í felagnum, og tí er týdningarmikið eisini at hava royndar spælarar á liðnum, ið kunnu vísa ungu spælarunum vegin, sigur 07 Vestur

Steinar Patursson
4. januar 2023 kl. 11:44

07 Vestur boðar frá, at Teitur Olsen heldur fram í felagnum komandi kappingarár.

Teitur Olsen hevur leikt 57 ystir í Betri deildini, 35 dystir í 1. deild og 41 dystir í 2. deild.

- Vit vilja ikki endiliga kalla hann gamlan, men í fótbóltshøpið hevur hann royndir. Í 07 Vestur høpi er hann ein av teimum royndastu lokalu leikarunum. Hann beit seg fastan á liðið á ungum aldri, og hevur líka síðani verið ein av stammuni á liði okkara, sigur 07 Vestur.

07 Vestur vísir á, at meðan felagið er í gongd við ættarliðsskifti, er týdningarmikið eisini at hava royndar spælarar við á liðnum.

- Hetta eru spælarar, sum hava roynt eitt sindur av hvørjum, og sum skulu vísa vegin fyri yngri spælarum.

- Tí frøðir tað okkum ótrúliga nógv at fáa boðini sum nýggjársgávu, at Teitur Olsen tekur eitt tørn afturat við 07 Vestur, sigur 07 Vestur.