Teitur hevur givið avboð til juni-dystirnar

Teitur Matras Gestsson hevur givið avboð til UEFA Nations League dystirnar í juni. Fyri hann hevur landsliðsvenjarin sent boð eftir Kristiani Joensen úr EB/Streymi

Teitur Matras Gestsson hevur givið avboð til dystirnar í UEFA Nations League, sum eru á skránni í juni mánað (Mynd: Hans Erik Danielsen)
Sigurjón Einarsson
26. mai 2022 kl. 09:19

Farna mánadag kunngjørdi Håkan Ericson, A-landsliðsvenjari hjá monnum, hópin til dystirnar í UEFA Nations League, sum eru á skránni juni mánað. 23 spælarar eru í fyrstu atløgu boðsendir, og síðan er ætlanin at úttaka ein afturat seinni í vikuni.

Millum teirra var Teitur Matras Gestsson úr HB, ið higartil er skrásettur fyri 19 A-landsdystir fyri Føroyar. Men nú er greitt, at føroyska liðið má klára seg uttan Teit á hesum sinni.

Teitur Matras Gestsson hevur ein lítlan skaða at dragast við, og hevur tískil givið avboð. Í staðin hevur Håkan sent boð eftir Kristiani Joensen úr EB/Streymi, skrivar heimasíðan, fsf.fo.

A-landsliðið skal spæla fýra dystir í juni mánað. Teir eru móti Turkalandi, Litava og tvær ferðir móti Luksemborg:

4. juni Turkaland – Føroyar (klokkan 19:45)

7. juni Føroyar – Luksemborg (klokkan 19:45)

11. juni Føroyar – Litava (klokkan 17)

14. juni Luksemborg – Føroyar (klokkan 19:45)

Heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum skrivar, at í løtuni eru umleið 1.500 atgongumerki seld til heimadystirnar móti Luksemborg og Litava.

Kelda: Hans Erik Danielsen/fsf.fo