Teitur hevur 400 ferðir vart HB málið

Í Runavík í kvøld vardi Teitur HB málið fyri 331. ferð í landskappingardysti

Mynd: HB
Jóannes Hansen
2. juni 2024 kl. 20:25

Í HB fylgja tey væl við í hagtølum. Og í dag varð stórur dagur hjá HB málverjanum markeraður.

Tá ið HB í kvøld vann 3-2 á útivølli ímóti NSÍ, var tað 400. ferðin, at Teitur Matras Gestsson vardi málið á besta HB liðnum.

Sambært FaroeSoccer, so var dysturin í dag nummar 331 í bestu landskappingini. Í kappingini um løgmanssteypið hevur hann spælt 41 dystir, seks stórsteypadystir og 23 ferðir hevur Teitur vart HB málið í europeiskum dystum. Tað gevur 400 dystir tilsaman.

Teitur Matras Gestsson er í hesum døgum upptikin av endaligu próvtøkuni at verða lærari. Tí hevur hann givið avboð at fara við landsliðnum, sum í vikuni fer at luttaka í Baltic Cup.

Teitur er føddur 19. august í 1992. Hann vardi fyrstu ferð HB málið í landskappingardysti ólasøkudag í 2011. Eins og í dag var tað ímóti NSÍ, og úrslitið var málleysur javnleikur.

FaroeSoccer veit at siga, at Teitur hevur skorað eitt mál fyri HB. Tað var í kappingini um løgmanssteypið í 2017. Í fyrsta umfari vann HB 18-0 á heimavølli ímóti MB. Í 54. minutti umsetti Teitur brotsspark til 13-0.