Ársins fyrsti landsdystur í fótbólti verður klokkan 17 í Marbella í Spania, har landsliðið síðani mánadagin hevur verið á venjingarlegu. Mótstøðuliðið er Liktinstein, sum Føroyar hava spælt sjey ferðir ímóti, og sum Føroyar hava vunnið allar sjey ferðirnar ímóti.
Nógvir av teimum, sum higartil hava verið sjálvskrivaðir á liðnum, eru ikki við í Spania, tí teir eru skaddir. Millum hesar eru KÍ spælararnir Jákup B. Andreasen, Odmar Færø og Heini Vatnsdal og so Jóannes Bjartalíð úr Frederikstad í Norra.
Håkan Ericson landsliðsvenjari hevur sett liðið. Teitur Matras Gestsson er aftur í føroyska málinum. Hann var í fjør nógv darvaður av skaðum og spældi bara tveir landsdystir – í juni í EM undankappingardystum á heimavølli ímóti Albania (1-3) og Kekkia (0-3.
Liðið sær soleiðis út:
Teitur Matras Gestsson – Hanus Sørensen, Bartal Wardum, Andrias Edmundsson, Viljormur Davidsen – Adrian Justinussen, René Shaki Joensen, Gunnar Vatnhamar, Brandur Hendriksson Olsen – Pætur J. Petersen, Jóan Símun Edmundsson
Á beinkinum: Mattias Lamhauge, Bárður á Reynatrøð, Daniel Johansen, Magnus Egilsson, Hørður Askham, Jann J. Benjaminsen, Andrass Johansen, Mads Boe Mikkelsen, Arnbjørn Svensson, Hannes Agnarsson, Sølvi Vatnhamar, Klæmint Olsen og Petur Knudsen.