Nú er avgjørt, at tá ið Sandoyartunnilin verður tikin í brúk, skal Teistin setast í siglingina upp á Nóloynna.
Tað sigur Dennis Holm, landsstýrismaður í samferðslumálum.
Annika Olsen, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, hevur spurt hvat tey ætla at gera við Teistan tá ið tað ikki verður brúk fyri honum at sigla upp á Sandoynna.
Dennis Holm sigur, at Teistin er eitt av teimum nýggjastu skipunum hjá Strandferðsluni og tí hava tey gjørt nakrar royndir fyri at, hvussu tað riggar at brúka hann á nólsoyarleiðini og á kalsoyarleiðini.
Hann sigur, at Teistin riggar væl á hesum báðum rutunum, men í Nólsoy er ikki neyðugt við nøkrum broytingum á havnarlagnum. Tí er støða tikin til, at tá ið Teistin gevst um Skopunarfjørð, skal hann setast í siglingina upp á Nólsoynna.
Hetta verður ein royndarskipan í eina tíð og vísir tað seg at rigga væl, verður málið tikið upp í samgonguni.
Ætlanin hevur verið at selja Teistan, men riggar hann í nólsoyarsiglingini, skal støða takast til um hann kortini skal verða verandi.
Sjálvur heldur Landsstýrismaðurin, at tað hevur týdning, at Strandferðslan varðveitir skipini tey hava, tí flotin er so gamal, at tað er stutt ímillum tey teknisku brekini.