Tveir føroyskir spælarar hava seinastu tíðina gjørd vart við seg í næstbestu donsku deildini.
Anner er miðverjin Hørður H. Askham, sum í summar flutti úr AB í triðbestu deildini og til Roskilde í næstbestu deildini.
Hin er framrættaði miðvallarin Adrian Justinussen. Hann hevur síðani summarsteðgin gjørt so nógv vart við seg í Hillerød, at feløg í bestu deildini í Danmark hava víst áhuga fyri at keypa hann.
Hørður H. Askham og Adrian Justinussen eru báðir í hópinum í dag. Fyrsta bríksl ímóti Norðurmakedonia verður á Tórsvølli klokkan 14. Hørður og Adrian eru báðir á beinkinum. Í miðverjuni eru Andrias Edmundsson, sum spælir í næstbestu pólsku deildini, saman við Samuel Johansen Chukwudi, og í framrættaðu ódnunum í borðunum, har Adrian ofta plagar at vera, eru Hanus Sørensen og Meinhard E. Olsen. Viðhvørt plagar Adrian av vera meiri sentralur. Í tí leiklutinum í dag er Sølvi Vatnhamar.
Føroyar: Bárður á Reynatrøð – Jóannes K. Danielsen, Andrias Edmundsson, Samuel Johansen Chukwudi, Viljormur Davidsen – Hanus Sørensen, Gunnar Vatnhamar, René Shaki Joensen, Sølvi Vatnhamar, Meinhard E. Olsen – Jóan Símun Edmundsson
Á beinkinum: Silas Eyðsteinsson, Kristian Joensen, Arnbjørn Svensson, Sonni Ragnar Nattestad, Jann J. Benjaminsen, Klæmint A. Olsen, Hørður H. Askham, Adrian Justinussen, Mads Bo Mikkelsen, Patrik Johannesen, Petur Knudsen, Daniel Johansen