Teir trola undir seglum

Tað vit vita, vóru bretar fyrstir at veiða við troli

Óli Olsen
9. august 2019 kl. 13:20

Tað vit vita, vóru bretar fyrstir at veiða við troli. Longu í 18. øld trolaðu teir við smáum seglskipum í Ermarsundi – sundinum millum Bretlands og Fraklands. Hetta vóru serliga fiskimenn úr Brixham.

Tá ið so frættist um ríku fiskigrunnarnar í Norðsjónum, streymaðu fiskimenn til bretsku býirnar fram við norðsjóvarstrondini. Tveir teirra vóru feðgarnir Robert og Charles Hellyer. Teir fluttu í 1854 úr Brixham til Hull og høvdu eydnuna við sær. Sum tíðin leið, áttu teir stóran fiskiflota, harímillum nakrar av størstu trolsluppum í landinum.

Hesar sluppir – ella rættari, eitt yngri ættarlið eftir tær – eru ikki ókendar um okkara leiðir. Tað vóru í veruleikanum tær, ið løgdu lunnar undir føroyskan havfiskiskap. Tá ið bretar seint í 19. øld fóru at fáa sær trolarar við guvumaskinu, keyptu føroyingar nógvar sluppir teirra, koyrdu trolgreiðirnar í land og fóru at fiska við snøri undir Føroyum og Íslandi.

Bretar royndu við bummtroli. Tað var ætlað seglsluppum, sum stundum mistu ferðina, meðan togað varð. Bummurin syrgdi fyri, at trolið altíð gapaði vatnrætt. Upp og niður gapaði trolið ikki meir enn ein metur ella so, av tí at serliga varð roynt eftir flatfiski. Veiðitólið var væl nýtiligt á grunnum vatni við sløttum sandbotni.

Veiðitrýstið í Norðsjónum bara øktist, og sum aldamótið 1900 nærkaðist, vóru týðilig tekin um, at fiskastovnarnir toldu ikki nógvu royndina. Okkurt mátti gerast. Roynast máttu nýggjar leiðir.

Nú er tað, at bretskir guvutrolarar stevna norður í Atlantshav og fara at toga undir Íslandi. Føroyingar vóru vísir í, at teir onga framtíð høvdu á føroyaleiðini, tí at bummtrolið var ónýtiligt á ósløttum botni.

Tí kom tað sum ein øgiligur skelkur, sigur Jóan Jákup Guttesen í greinarøð í Sosialinum í 1999, tá ið tíggjutals bretskir trolarar næstan frá degi til dags summarið 1898 løgdust á føroysku grunnarnar.

Einfalda svarið og stóra kollveltingin vóru lemmarnir, sigur Guttesen. Bretar høvdu fingið sær nýggja lemmatrolið, sum kundi royna á størri dýpi, óslættari botni og í verri líkindum enn bummtrolið – og so fiskaði tað so nógv betur enn tað gamla.

 

Óli Olsen kann røkkast á sandagota@gmail.com

 

Seglslupp roynir við bummtroli (Mynd: Freshwater and Marine Image Bank)

 

Sluppin Revive úr Brixham. Hon varð smíðað í 1922. Trolbummurin sæst har afturi bakborðsmegin. Hans Jacob Fuglø smíðaði í smálíki (Mynd: Óli Olsen)