"Teir telva títt, teir telva dátt"

Soleiðis verður kvøðið í Skrímslu. Og um vikuskiftið verður telvað av øllum lívsins kreftum, tá kappast verður um føroyameistaraheitið í bæði snartalvi og kviktalvi

Helgi Dam Ziska - favorittur at endurvinna FM í bæði snartalvi og kviktalvi um vikuskiftið
Suni Merkistein/Talvssamband Føroya
9. november 2022 kl. 09:14

Um vikuskiftið verður telvað av øllum lívsins kreftum, tá kappast verður um føroyameistaraheitið í bæði snartalvi og kviktalvi.

Telvað verður í Hólmahúsinum á Eiði leygardagin og sunnudagin 12. og 13. november. 

Talv er komið afturíaftur norðuri á Eiði eftir drúgvan svøvn. Talvfelag varð stovnað í bygdini longu í 1956, og var umboðað á stovnandi aðalfundinum hjá Talvsambandi Føroya í 1970. Í dag telva eiðismenn í Róki, sum er felagslið fyri telvarar í Sundalagnum. FM-kappingin í einstaklingstalvi  á páskum var í ár á Eiði, og nú verða snar- og kvikkappingarnar eisini avgreiddar á sama stað. 

Toppurin við
Áhugin tykist stórur fyri kappingini. Týskvøldið høvdu útivið tretivu telvarar boðað frá luttøku í snarkappingini, og heldur færri til kvikkappingina. Roknast kann við, at telvarar fara at leggjast aftrat so hvørt, sum vikuskiftið nærkast. Áhugaðir kunnu teknað seg á heimasíðu Talvsambandsins, faroechess.com.

Fleiri av okkara bestu telvarum eru við - eitt nú bæði Helgi Dam Ziska og Høgni Egilstoft Nielsen, sum í nøkur ár hava verið okkara sterkastu telvarar. 

Byrjað verður leygardagin kl. 13.30 við FM-kappingini í snartalvi. Sunnudagin er kviktelvingin á skránni. Byrjað verður eisini klokkan 13:30. Talvsambandið sigur, at øll eru vælkomin, roynd sum óroynd. Tað er ikki krav, at telvast skal í báðum kappingunum. 

Í snarkappingini eru reglurnar tær, at telvari fær 3 minuttir + 2 sekund fyri leikin. Í alt ellivu umfør eru. Í kvikkappingini eru 10 minuttir + 5 sekund fyri leikin. Og tá eru umførini níggju í alt.

Vinnarin fær 2.500 krónur, nummar tvey fær 1.500 krónur og nummar trý fær 1.000 krónur.

Sum skilst ætlar Talvsambandið eftir førimuni at varpa beinleiðis frá kappingini á heimasíðuni.  

Kongsrøðin
Skipaðar FM-kappingar í snartalvi hava verið í Føroyum á hvørjum ári síðani 1980.  Reglurnar vóru í nógv ár tær, at telvarar høvdu fimm minuttir hvør til talvið. 

Ikki fyrr enn fyri fáum árum síðani var FM-telvingin býtt sundur í tvinnanda sløg eftir altjóða fyrimynd, snartelving (blitz) og kviktelving (rapid).

Vinnararnir hava verið hesir: 

FM í snartalvi 1980 - 2021
1980 Bjarki Ziska, HT
1981 Súni Ziska, HT
1982 Bjarki Ziska, HT
1983 Andrias Ziska, HT
1984 Jens Chr. Hansen, TT
1985 Bogi Ziska, STF
1986 Torkil Nielsen, ST
1987 Leif Kristensen, GT
1988 Heini Olsen, KTF
1989 Heini Olsen, KTF
1990 Steintór Rasmussen, KTF
1991 Heini Olsen, KTF
1992 Heini Olsen, KTF
1993 Heini Danielsen, HT
1994 Ólavur Simonsen, KTF
1995 Martin Brekká, TFS
1996 Torbjørn Thomsen, KT
1997 Carl Eli N. Samuelsen, VT
1998 John Rødgård, VT
1999 Eyðun Nolsøe, KTF
2000 Finnbjørn Vang, KTF
2001 John Rødgaard, VT
2002 John Rødgaard, VT
2003 John Rødgaard, VT
2004 Helgi Dam Ziska, HT
2005 Helgi Dam Ziska, HT
2006 Helgi Dam Ziska, HT
2007 Helgi Dam Ziska, HT
2008 Helgi Dam Ziska, HT
2009 Helgi Dam Ziska, HT
2010 Helgi Dam Ziska, HT
2011 Helgi Dam Ziska, HT
2012 John Rødgård, VT
2013 Helgi Dam Ziska, HT
2014 Helgi Dam Ziska, HT
2015 Helgi Dam Ziska, HT
2016 Helgi Dam Ziska, HT
2017 Helgi Dam Ziska, HT
2018 Rógvi Egilstoft Nielsen, ST
2019 Helgi Dam Ziska, HT
2020 Helgi Dam Ziska, HT
2021 Helgi Dam Ziska, HT

FM í kviktalvi 2019 - 2021 
2019 Høgni Egilstoft Nielsen, ST
2020 Helgi Dam Ziska, HT
2021 Helgi Dam Ziska, HT