Myndir: HSF
Teir telja niður til EM undankappingardystin
Mikukvøldið verður høllin á Hálsi fullsett
HSF
4. november 2024 kl. 21:42
Manslandsliðið kom saman í gjár og hevur havt tvær venjingar í dag, fyrrapartin í Hoyvík og seinnapartin á Skála.
Fyrireikingarnar til fyrstu dystirnar í nýggju EM-undankappingini, móti Kosovo mikudagin og Ukraina sunnudagin, ganga eftir ætlan, og gleða vit okkum at síggja tykkum á Hálsi mikudagin kl. 19.00. Útselt er til dystin, men verður dysturin sjálvandi eisini vístur í KVF.
Seinni dysturin verður leiktur í Vilnius í Litava sunnudag og byrjar kl. 13.00, føroyska tíð.