Klokkan 13 verður fyrsta bríksl í Avia Solutions Group Arena í Vilnius. Tað er í litaviska høvuðsstaðnum, at Ukraina eigur heimavøll, nú Ukraina er hersett av Putin og hansara harkaliði.
Ukraina tapti mikudagin 40-39 ímóti Niðurlondum, meðan Føroyar á heimavølli vunnu 32-21 ímóti Kosovo.
Tí fer sigur í Vilnius tíðliga seinnapartin at taka Føroyar væl nærri EM endaspælinum, sum eftir ársskiftið í 2026 verður í Danmark, Svøríki og Norra.
Lagið í føroysku leguni í Vilnius er gott. Allir spælararnir eru tøkir, og øll orsøk er til stórt sjálvsálit.
Mikukvøldið gekk tað fyrstu løtuna eitt sindur striltið ímóti Kosovo, men fram ímóti steðginum glapp tað. Tá broyttist støðan frá 9-9 til 13-9, og so var spurningurin bara, hvussu stórur føroyski sigurin fór at verða.