Tað var eingin ivi um, at Danmark í kvøld fór at vinna ímóti USA. Spurningurin var heldur, hvussu stórur sigurin fór at verða, nú venjarin Nikolaj Jacobsen hevði gjørt av, at teir, sum higartil í kappingini hava verið mest á vøllinum, í kvøld skuldu sita á beinkinum fyri at vera væl fyri, tá ið Danmark mánakvøldið í síðsta dystinum í innleiðandi umfarinum fer at spæla ímóti Egyptalandi.
Millum teir, sum frá byrjan sótu á beinkinum, var Jóhan á Plógv Hansen. At hann og eisini Sebastian Gidsel og Mads Mensah í seinna hálvleiki vóru settir á vøllin, komst av, at danska avrikið var einki at reypa av. Eykamenninir megnaðu ikki ferðina og hugflogið, sum skuldi til, um Danmark skuldi vinna stórsigurin við 15 ella fleiri málum, sum tað varð droymt um.
Eftir fyrra hálvleik var Danmark frammanfyri 18 – 10, og inntil skiftingarnar í seinna hálvleiki minkaði leiðslan, men tað endaði við, at Danmark vann 33 – 24. Sigurin ber við sær, at Danmark er tætt við at tryggja sær pláss í hálvfinaluni. Um tað verður sum nummar eitt ella tvey, ella um Danmark endar á triðja plássi og snávar í kappingini um fjóðringsfinaluplássini verður avgjørt mánakvøldið, tá ið Danmark fer at spæla ímóti Egyptalandi, og Kroatia fer at spæla ímóti Bahrain.
Egyptaland, sum í dag vann 26 – 22 ímóti Bahrain, hevur 8 stig og +37 mál, Danmark hevur 7 stig og +39, og Kroatia, sum í dag vann 34 – 26 ímóti Belgia, hevur 5 stig og +17.
USA – Danmark 24 – 33 (10 – 18)
Danmark: Lukas Jørgensen 8, Magnus Landin 6, Jacob Tandrup Holm 4, Michael Damgaard Nielsen 4, Mathias Gidsel 4, Emil M. Jakobsen 2, Hans Lindberg 2, Mads Mensah Larsen 1, Simon Hald Jensen 1, Mads Hoxer Hangaard 1