Teir bíða eftir loyvunum í Fuglafirði

Fuglfirðingar eru á veg vestur í Vágar at hitta Uros Stojanov og hinar í 07 Vestur

Jóannes Hansen
4. mars 2023 kl. 11:31

Klokkan 17 verður fyrsta bríksl í ársins útgávu av Betri deildini. Tað verður á Dungasandi í Sørvági, og 07 Vestur fær vitjan av ÍF, sum fer at spæla fyri fyrstu ferð í bestu deildini síðani 30. oktober 2021. Tá var HB mótstøðuliðið í Gundadali, og heimaliðið vann 2-0. Teir flestu av ÍF spælarunum, sum vóru við ta ferðina, eru framvegis á ÍF liðnum.

Ta ferðina var Jákup Nolsøe Olsen í ÍF málinum. Í fjør var hann á Skála, men nú er hann aftur í Fuglafirði. Tríggir aðrir nýggir spælarar eru í ÍF hópinum. Teir eru útlendingar, og undan fyrsta umfari hevur tað verið arbeitt nógv fyri at fáa loyvini upp á pláss, so teir í dag kunnu vera á liðnum. Talan er um Elvio Gelmini, Zarate Fagiuoli Gonzalo Ivan og Jhon Mena Perez.

Í Vágum eru tríggir nýggir spælarar, sum tað er møguleiki fyri í dag vera millum teir fyrstu ellivu. Teir eru miðvallarin Magnus Holm Jacobsen, sum er fluttur úr B36 og vestur, framrættaða síðuspælaran Jóhan Hansson Joensen, sum er fluttur úr EB(/Streymi og vestur og so Uros Stojanov, sum er fluttur av Skála og vestur. Fuglfirðingar kenna væl Uros, tí av fyrstan tíð var tað til ÍF, at hann í 2020 flutti til Føroya.

Í næstbestu deildini eru fult umfar í dag. Millum teir fimm dystirnar er lokaluppgerðin í Runavík, har NSÍ í kvøld fær vitjan av teimum næstbestu hjá B68.

 

07 Vestur – ÍF: Rúni Gaardbo kl. 17.00

1.deild

KÍ – FC Hoyvík: Jón Tór Baldvinsson kl. 16.00

NSÍ – B68: Árni Brandsson Petersen kl. 19.00

HB – Víkingur: Alex Troleis kl. 14.00

B36 – EB/Streymur: Áki Leitisstein Hansen kl. 16.30

B71 – Skála: Heini Ziskason Viðoy kl. 14.00