Team Rynkeby byrjaði ferðina í Klaksvík

Sí myndir frá tiltakinum

Fríðmundur Nattestad
27. juni 2024 kl. 16:15

Hóast veðrið var grátt, so var lagið sera gott, og nógv fólk vóru komin at siga Team Rynkeby súkklarunum farvæl. Í morgin gongur leiðin við Norrønu til Danmarkar. Tað skrivar Klaksvíkar kommuna.

Borgarstjórin, Karl Johanesen, byrjaði løtuna við einari røðu og ynskti súkklarunum góðan túr. Síðan helt Sigrun Niclasen eina røðu, umboðandi Team Rynkeby Føroyar. Eisini spældi bólkurin Adrenalin tvey løg.

Eisini barnagarðar og skúlin á Skúlatrøð hava nýttu høvið at handa kekkar. Tey hava skipað fyri ymiskum og savnað inn pening til Team Rynkeby. Peningurin fer óskerdur til børn við lívshættisligum sjúkum og familjur teirra.

Eftir røður og sang vóru øll bjóðað til kaku og kaffi í Smæruni. Síðan vóru súkklurnar sendar gott avstað.

Klaksvíkar kommuna eigur myndirnar niðanfyri.