Tbilisi bumbað sundur og saman í einum KÍ-blitzkrieg!

Dinamo Tbilisi-leikararnir, venjarar og hjálparfólk hjá georgiska liðnum standa og rista av granatskelki, eftir at hava verið hart raktir av áhaldandi luftálopum úr Klaksvík

Sigurjón Einarsson
24. september 2020 kl. 23:42

(Tórsvøllur) Leikararnir, hjálparfólkið og venjarar hjá Dinamo Tbilisi  standa sum kánus. Máltalvan vísir 6 – 1 til KÍ! Tann nýggi spanski venjarin hjá Dinamo Tbilisi, Xisco Muñoz, skal nú nokk standa skúlarætt frammanfyri Tbilisi-leiðsluni, tá liðið kemur aftur til Georgia, meðan KÍ skal fyrireika seg til at leika playoff-dyst móti írska Dundalk á útivølli í komandi viku. Nú er KÍ 90 minuttir frá einum Europa League-bólkaspæli!

KÍ var klókari og taktiskt nógv betri enn georgiska liðið. Og tað sást á øllum brøgdum, at KÍ-venjarin, Mikkjal Thomassen, hevði fyrireikað sínar menn bæði væl og virðiliga, tá luftálopini skolaðu yvir Tbilisi-verjuna.

Egil “Drillo” Olsen hevði nokk fingið tár í eyguni, um hann hevði sæð KÍ, Klettskarð og Midtskogen í kvøld. Sum ein annar Tore Andre Flo, var Ole Erik Midtskogen til tíðir ein einmansherur móti Tbilisi-verjuni, ið hevði ilt við at vinna høgu bóltarnar frá honum.

Bæði liðini byrjaðu dystin varliga, uttan at skapa teir stóru málmøguleikarnar teir fyrstu minuttirnar. KÍ fekk sín fyrsta málmøguleika eftir 11 minuttir, tá innlegg úr vinstru fann Midtskogen, men uttan at testa Tbilisi-málverjan.

KÍ leggur seg á odda

Tá 22. minuttir vóru farnir legði KÍ seg á odda eftir gott hornaspark úr høgru síðu, ið Jóanes Bjartalíð sendi innfyri. Ein Tbilisi-verjuleikari órógvaði sín egna málverja, ið ikki kundi koma heilt út til bóltin, og so kundi Deni Pavlovic stýra bóltinum við høvdinum í málið.

1-0 til KÍ, og so kundu klaksvíkingar brúka orku uppá at standa rætt í verjustøðu, meðan Tbilisi-leikararnir royndu at byggja spælið upp – tó uttan at skapa nakran nevniverdan málmøguleika.

Tað var ikki fyrr enn móti endanum av fyrra hálvleiki, at Dinamo Tbilisi veruliga beit frá sær, tá georgiska liðið spældi seg til tveir góðar málmøguleikar. Fyrst var KÍ-verjan fangað í ójavnvág, eftir at klaksvíkingar heldur óneyðugt mistu bóltin í uppspælinum, har Tblisi-innlegg úr vinstru fann ein georgiskan áleypara, ið stóð fríur frammanfyri KÍ-málið, men lukkutíð skallaði hann bóltin uppum. Minuttin eftir var Tbilisi aftur heilt nær við at fáa mál, tá langskot fór beint uppum.

1-0 til KÍ í hálvleikinum, og venjarin hjá Dinamo Tbilisi hevði sítt at hugsa um, tá hann gekk inn í skiftingarrúmið.

Tbilisi trýstir men skramblar saman

Í seinna hálvleiki byrjaði Tbilisi sum eitt óløgi og legði nógv fyri, fyri at fáa nógva ferð í teirra spæl. Hetta eydnaðist væl teir fyrstu 10 minuttirnar, har Tbilisi fekk spælt seg til tveir heilt góðar málmøguleikar, men eydnan var ikki við georgiska liðnum.

Tá stóra trýstið ikki gav nakað mál, hendi tað, ið ofta kann henda í fótbólti. Tbilisi-leikararnir gjørdust meira óneyvir, tá teir skuldu standa verjustøðu, eftir at hava koyrt meira fólk fram í álop. Og eftir at hava vunnið bóltin á egnari hálvu, fór KÍ í skjótt mótálop. Bólturin verður spældur út á vinstra vong, har Jesper Brinck er komin væl framvið og leggur eitt hart og gott innlegg eftir jørð, sum Patrik Johannesen kundi seta tánna á, og so var 2-0 til KÍ, eftir at 58 minuttir vóru leiktir. Hjálparfólk hjá Dinamo Tbilisi hildu um høvdið, meðan tey hugdu upp á máltalvuna. Tey trúðu nokk ikki teirra eygum.

Tveir minuttir seinni kom næsta luftálopið, tá Páll Klettskarð, sum tann reyði barónurin, trein fram á pallin og skoraði til bæði trý og fýra null.

Sum plástur á sárið, fekk Dinamo Tbilisi nokk flottasta málið á Tórsvølli í kvøld, tá Pernambuco minkaði um munin til 4-1, tá hann skeyt eitt flott langskot úr 25 metrum í KÍ-málið, tá tað restaðu 19 minuttir av dystinum. Men tveir minuttir seinni var Páll Klettskarð aftur uppá spæl, tá hann skoraði sítt triðja mál og harvið hattrikk, tá hann sendi ein returbólt í málið, eftir at Tbilisi-málverjin ikki megnaði at halda frísparki frá Jóanesi Bjartalíð.

Fimm minuttir fyri leiktíð, kundi innskifti Jonn Johannesen staðfesta søguliga 6-1 sigurin, tá hann negldi síðsta seymin í Tbilisi-kistuna, eftir innlegg frá Jóanesi Bjartalíð.

Eftir hendan søguliga dystin hjá KÍ, so má bara staðfestast, at føroyskur fótbóltur – eisini liðfótbóltur – veruliga hevur flutt seg rætta vegin hesi seinnu árini!