Tað er stórur dagur í TB leguni í dag. Aldursforsetin fyrireikar seg at spæla seinnu hálvfinaluna í kappingini um løgmanssteypið. Fyrsta bríksl í Gundadali, har B36 er mótstøðuliðið, verður klokkan 17.30.
Setningurin hjá TB er at verja 1-0 leiðsluna, sum varð vunnin við Stórá í Trongisvági, tá ið Nikolei Johannesen lítla løtu undan dystarloki umsetti brotsspark til 1-0 sigur. Í Trongisvági var B36 væl meiri á bóltinum, og B36 hevði fleiri góðar málmøguleikar, men tað eydnaðist ikki at fáa bóltin framvið Anders Tønnesen í TB málinum.
Bæði í B36 og TB verður tað skipað fyri upphiting undan finaluni. Í B36 er tað í B36 húsinum, meðan TB legan heldur til á Hálsi, haðani tað klokkan 16.45 og í svørtum og hvítum verður farið í skrúðgongu oman í Gundadal. Í TB hava tey tiltiknu sirenuna við til Havnar, og so fæst at síggja, hvussu ofta hon verður at hoyra.
Nýggi B36 venjarin Magne Hoseth vónar, at hansara menn beinanvegin fara at leggja gestirnar undir stórt trýst, og at tað skjótt fer at eydnast at skora bæði eitt og tvey mál. Leikluturin hjá Markus Thorsberg, sum er TB venjari og miðvallari, og hansara monnum verður at verja og lúra eftir møguleikanum at endurtaka tað, sum fram ímóti dystarenda eydnaðist í Trongisvági.
TB hevur ikki vunnið steypafinaluna síðani 1977. Tá var talan um søguliga grannauppgerð millum TB og VB. Talan var um tvær finalur, og tá ið VB eftir fyrru finaluna fór suður um Hovsegg við 3-1 sigri bendi alt á, at VB fór at vera steypavinnari. Men so vendi TB øllum á høvdið við at vinna 3-0 á Vágseiði og harvið at vinna steypakappingina fyri fimtu og higartil seinastu ferð. TB vann eisini FM í 1977 og harvið greipuna fyri fyrstu og higartil einastu ferð.
Síðsta ferðin, at TB var í steypafinaluni, var í 1981, tá ið HB vann 5-1.
B36 hevur vunnið sjey steypafinalur. Síðsta ferðin, at B36 vann steypafinaluna, var í 2021, tá ið tað var neyðugt við brotssparkskapping ímóti NSÍ. Eftir longda leiktíð var 1-1, og so vann B36 brotssparkskappingina 4-3.