Tað er ikki á hvørjum ári og á hvørjum degi, at TB skorar trý mál í bestu deildini. Tá ið leitað verður í hagtølunum, so sæst tað, at TB skoraði trý mál tvær ferðir í 2020. 13. september 2020 vann TB 3-0 á útivølli ímóti AB, og 7. november 2020 vann TB 3-2 á heimavølli ímóti Skála.
Tað gongur alt betri hjá heimaliðnum í Trongisvági, nú Tummas Erling Djurhuus hevur hildið um TB stýrisvølin í meiri enn ein mánað. Í kvøld vann TB við Gilla Rólantsson Sørensen sum tryggum aftasta manni í verjuni og á nýggjum graslíki jóansøkudystin ímóti AB 3-2, eftir at gestirnir í fyrra hálvleiki vóru frammanfyri 1-0.
Stóri maðurin hjá TB í kvøld var miðvallarin Nikolei Johannesen, sum sjey minuttir eftir steðgin javnaði til 1-1 við rimmar langskoti úr høgru og í handara síðunetið, og sum 17 minuttir undan, at vanliga leiktíðin var farin, umsetti brotsspark til 2-1 TB leiðslu. Samudeen Musah var fremsti maður hjá TB, og í 86. minutti og eftir sending frá tvímálaskjúttanum Nikolei Johannesen krúllaði hann seg eitt sindur í vinstru leysan í brotsteiginum, og so setti hann bóltin framvið Róa Zachariasen, sum í kvøld vardi AB málið fyri aðru ferð í ár.
AB legði seg beinanvegin á odda. Lítið sannførandi verjuspæl hjá heimaliðnum var tað, tá ið Ragnar Skála varð púra leysur innanfyri verjuna. Hann royndi at lyfta bóltin upp um Artur Djurhuus Poulsen, sum vardi TB málið fyri triðju ferð í ár. Í fyrstu atløgu eydnaðist tað ikki, men Ragnar fekk fatur aftur á bóltinum, sum hann setti í málið.
Eftir at TB hevði javnað, varð tað av álvara jóansøkuhýrur millum áskoðararnar, og tá ið Nikolei Johannsen umsetti brotsspark, sum varð dømt, tá ið Nikolei fór um koll, til mál, hoyrdist Eitt fótbóltslið sum TB og leiðaron er við og alt hatta har.
Fram ímóti dystarenda varð Marius Kryger Lindh skiftur inn á AB liðið. Í síðstu sekundunum royndi hann seg við skoti úr høgru. Artur í TB málinum hálvbjargaði, og so var Brian Jakobsen fyrstur á og minkaði um munin til 3-2.
Men tað varð ongantíð aftur spennandi, tí tá ið TB gav bóltin upp og sendi hann fram ímóti AB brotsteiginum, bríkslaði dómarin fyri síðstu ferð.
Sigurin ber við sær, at TB nú hevur 12 stig og er á sjeynda plássi. AB er aftast við 4 stigum.
ÍF og B68 hava í morgin møguleika at fáa fatur á TB. ÍF fer at spæla á útivølli ímóti Víkingi, og B68 fer at spæla á heimavølli ímóti KÍ.
TB – AB 3-2 (0-1)
0-1: Ragnar Skála 4.
1-1: Nikolei Johannesen 52.
2-1: Nikolei Johannesen br 73.
3-1: Samudeen Musah 86.
3-2: Brian Jakobsen 96.
Dómari: Jákup Øssursson Mohr
TB: Artur Djurhuus Poulsen – Jens Erik Bruhn, Aron Sørensen (Bartal Einarsson Petersen, 89.), Gilli Rólantsson Sørensen, Ragnar Joensen (Oddmar Nybo Jespersen, 93.) – Salmundur Bech, Markus Thorsberg – John Villi Leo Woldike, Nikolei Johannsen, Olivur Renéson Thomsen (Poul Ingason, 85.) – Samudeen Musah
AB: Rói Zachariasen – Jákup Pauli Breckmann, Dánjal Danielsen, Viktor Helgi Benediktsson, Samuel James Pollard – Bjarni Skála (Bartal S. Petersen, 82.), Santiago Lebus – Rói C. Nielsen (Marius Kryger Lindh, 60.), Ragnar Skála, Teitur D. Olsen (Filip í Liða, 81.) – Brian Jakobsen