Tað verður Markus Thorberg, sum fer at standa á odda, tá ið TB næsta ár fer at kappast fyri at flyta aftur í bestu deildina. TB endaði aftast í bestu deildini í ár og flutti niður.
TB skrivar í kvøld, at tá ið Markus kom til felagið tíðliga í ár, var tað tí, at hann var settur at vera høvuðsungdómsvenjari. 26 ára gamli Markus Thorberg er norðmaður.
Skjótt gjørdist greitt at Markus eisini hevði góð evnir sum fótbóltsleikari og ynskti at vera partur av Betri deildar liðnum, og ta avgerðina hava okur verið sera glað fyri.
Markus er skrásettur fyri 25 dystir á besta liðnum hjá TB, sambært faroesoccer.com.
-Árið í ár hevur verið eitt fantastiskt upplivilsi, og hóast tað endaði við, at vit fluttu niður, so kenni eg meg als ikki lidnan í Føroyum og í TB. Eg havi kent meg sera væl móttiknan av felagnum, fólkinum á Tvøroyri og í oynni sum heild. Tá André spurdi meg, um eg var áhugaður at vera venjari hjá besta liðinum, so var tað alt ov gott til at siga nei til, sigur Markus Thorberg við facebook síðuna hjá TB.
-Sum venjari fari eg at mynda reyðan tráð í spælmátanum og kulturinum hjá felagnum. Felagið er so avgjørt á rættari kós, og hetta hetta nakað, ið eg vil byggja víðari uppá. Eg haldi, at eitt lið í 1. og eitt lið í 2. deild fer at geva okkum sera góðar møguleikar at menna leikarar og sjálvan mátan, vit spæla fótbólt uppá. Samstundis ynski eg at fáa ein samanhang millum eldru liðini og ungdómin, sigur Markus Thorberg, sum nú er høvuðsvenjari hjá TB.
At enda leggur Markus afturat:
-Tað snýr seg um at byggja eitt felag og eina mentan upp, sum allur býurin kann vera stoltur av – uttan mun til um tú ert 2 ella 100 ár.
Hjartaliga til lukku við nýggja starvinum, Markus, og allar bestu eydnu frá okkum í Tvøroyrar Bóltfelag, skrivar TB.