Mest óvæntaða úrslitið higartil í ár. Eingin ivi er um tað, nú dysturin millum TB og HB við Stórá í Trongisvági er av, og úrslitið var 0-0.
TB hevur undan hesum dystinum verið tríggjar ferðir á útivølli. 7-0 tap í Klaksvík og 7-1 tap í Gøtu boðaðu ikki frá góðum. Páskaaftan endaði tað við teprum 2-1 tapi í Hólmanum á Eiði.
Í dag var TB fyrstu ferð á heimavølli. Nú glapp tað, og TB hevur í dag vunnið fyrsta stigið í ár.
Tølini siga, at HB hevði 12 hornaspørk, og at TB hevði tvey hornaspørk. Tølini siga eisini, at fimm royndir hjá HB spælarum vórðu blokeraðar, og tey siga eisini, at TB hevði ongan roynd á málið hjá Teiti Matras Gestsson, og at HB hevði tvær royndir á TB málið og at TB onga roynd hevði á HB málið.
Javnleikurin er fyrsta ferðin í ár, at HB fer av vøllinum uttan at hava vunnið fulla úrtøku.
HB spældi seg til tveir stórar møguleikar, uttan at tað eydnaðist at fáa mál.
Heilt stóri maðurin hjá TB í dag var 19 ára gamli danski Anders Hoff í málinum. Hann er ein sannur brandur, sum ivaleyst fer at bjarga TB fleiri stig enn tað, sum hann í dag átti stóran lut í, at TB vann.