Við 3-0 sigri á Ternuni sunnudagin vann TB sær triðjaplássið aftur, eftir at SÍ hevði havt tað til láns í eitt samdøgur. Bæði hava tó 9 stig, men TB hevur betri settmun. Haraftrat hevur TB spælt ein dyst færri.
TB gjørdi skjótt av í fyrsta setti og fór frá 7-5 upp á 15-9, áðrenn settið varð vunnið 25-14. Men í øðrum setti fekk TB rættiliga mótstøðu. TB var á odda 10-7 og 14-10, áðrenn tað eydnaðist Ternuni at javna til 18-18. TB togaði seg framum aftur, men Ternan javnaði aftur til 21-21, 23-23 og 24-24. TB legði seg enn einaferð á odda og fekk settbólt, og hann smassjaði Johanna Christiansdóttir í blokkin og út til 26-24 til TB.
Triðja sett var rímiliga javnt fyrstu løtuna, men so líðandi streyk TB avstað, og 8-8 gjørdist til 12-8 og 15-11, áðrenn tað veruliga skrædnaði millum liðini, og TB vann 25-17.
Støðan í Føroya Tele-deildini, kvinnur:
Lið | Dystir | Settmunur | Stig |
Dráttur | 6 | 16 | 17 |
Fleyr | 6 | 9 | 13 |
TB | 5 | 3 | 9 |
SÍ | 6 | 0 | 9 |
KÍF | 6 | -6 | 6 |
Mjølnir | 4 | -7 | 3 |
Ternan | 5 | -15 | 0 |