Sunnudagin fær TB við Stórá í Trongisvági vitjan av ÍF.
Fuglfirðingar hava í kavanum fyrireikað seg at fara suður til Tvøroyrar at spæla ímóti TB, sum í fyrsta umfari tapti 7-1 í Klaksvík.
Í Fuglafirði hava Alex Jovic og hansara menn sæð dystin hjá TB í Klaksvík. Men tað eru nakrir spælarar, sum nú eru tøkir á Tvøroyri, og sum ikki vóru við í Klaksvík.
Ein teirra er Gilli Rólantsson Sørensen, sum seinnapartin í dag hevur skrivað undir sáttmála við barndómsfelagið TB.
TB skrivar soleiðis í dag:
GILLI ER KOMIN HEIM!!!
Ja, tit hoyrdu rætt, hóast tað líka skal sodna eina løtu! Okkara egni Gilli Rólantsson Sørensen, hevur skrivað undir sáttmála við barndómsfelagið, TB!
Tað er ikki hissini royndir Gilli hevur í fótbólti. Hansara fyrsta dyst fyri besta liðið hjá TB, spældi hann í 2009 í einum dysti um Løgmanssteypið. Tann dystin vann TB 6-0 og tann tá bert 17-ára gamli Gilli skoraði síni fyrstu 2 av 12 málum í 22 dystum tað árið. Hamrandi skjóti leikarin er skrásettur fyri 60 dystir og 22 mál fyri TB. Í 2013 spældi hann fyri B36 har hann skoraði 5 mál í 29 dystum. Yrkisleiðin hjá Gilla, ið framvegis einans er 30 ára gamal og tískil hevur mong góð ár í sær enn, hevur serliga verið í Noregi, hóast yrkisleiðin uttanlands byrjaði í Aberdeen. Úr B36 flutti Gilli til donsku superliguna, til AAB í 2014.
Síðan spældi hann fyri Brann Bergen, í bestu norsku deildini, frá 2016-21 og so fyri Odds BK frá 2021-2022. Gilli er harafturat skrásettur fyri 60 A-landsdystir, eins og hann hevur roynt seg á U17, U19 og U21 landsliðunum. Vit eru ómetaliga glað fyri at hava fingið Gilla heim aftur og gleða okkum til at síggja hann í troyggjuni aftur! Bestu eydnu í 2023 Gilli og hjartaliga vælkomin heim!, skriva fegnu TBararnir nú seinnapartin.
Fyrsti dysturin hjá Gilla fyri TB verður sunnudagin, tá ið ÍF verður gestur við Stórá í Trongisvági.
(Hagtalskeldur: FaroeSoccer, Transfermarkt og FSF)