Ongi úrslit

Taptu við trimum fyri Ungarn

Eftir málleysan fyrra hálvleik, tapti føroyska U21 landsliðið hósdagin 3-0 í venjingardysti ímóti Ungarn

© Mynd: Terji Nielsen
Føroyska liðið, ið byrjaði móti Ungarn
FSF/Hans Erik Danielsen
15 tímar síðan

 Vit spældu ein góðan fyrra hálvleik, har vit í stóran mun megna at halda ungarum frá málmøguleikum. Í seinna hálvleiki avrika vit ikki nóg væl, og tískil vinnur mótstøðuliðið uppiborið. Allir fingu spælitíð, so hóast tap, so hava vit fingið nógv burturúr hesum venjingardystinum.

Tað sigur Ólavur Mikkelsen, venjari hjá føroyska U21 landsliðnum, sum hósdagin tapti 3-0 í venjingardysti ímóti Ungarn.

Í hálvleikinum stóð á jøvnum 0-0, men stutt eftir hvíldina komu heimamenninir á odda, og tá avtornaði stóð 3-0 til Ungarn á máltalvuni á Új Hidegkuti Nándor Stadion í Budapest.

Næst á skránni er EM undankappingardysturin á útivølli móti Frankaríki, sum verður á Des Alpes Stadion í Grenoble mánakvøldið klokkan

Mest lisið hesa vikuna

Fór at skjóta haru - endaði á Landssjúkrahúsinum

9. november kl. 10:01

Skulu vit hava eina álitisnýskipan ella ein Elon Musk?

8. november kl. 14:05

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

5 tímar síðan

Ungdómar hava vandamikið spæl í Klaksvík

9. november kl. 09:31

Ein rópti rastistisk ókvæmisorð eftir løgreglufólki - og ein rætti teimum longutong

8. november kl. 10:06

Minningarorð um Helga Olsen í Rituvík

11. november kl. 12:41