Taptu við fimm málum
Føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti tapti EM-undankappingardystin móti Eysturríki í Havn í gjárkvøldið
Jákup Bogi Joensen
3. mars 2022 kl. 10:39
Úrslitið varð 29-24 til Eysturríki Í hálvleikinum var støðan 15-12 til gestirnar.
Føroyska liðið byrjaði annars dystin væl og var framman fyri 5-2, tá bara fimm minuttir vóru leiktir.
Men so kom stígur í hjá føroyska liðnum, sum tó megnaði at fylgja væl við eysturríkarum til hálvleiks.
Í seinna hálvleiki var munurin størri, men føroyska liðið fekk pyntað um úrslitið móti endanum av dystinum.
Føroyskur toppskjútti var Jana Mittún við seks málum.
Føroyar og Eysturríki hittast aftur longu sunnudagin. Dysturin verður leiktur í Maria Enzerdorf sunnanfyri Wien, veit Hondbóltssambandið at siga.